Føroya Landfúti søkir eftir verkætlanarfólki
FØROYA LANDFÚTI

Hervið verður søkt eftir verkætlanarfólki til eitt tíðaravmarkað starv í trý ár.

Um starvið: Sí vinarliga viðheftu starvslýsing.

Løn- og setanartreytir:

Sáttmálin er einsæris við einum lønarstøði á 25.000 kr. + pension um mánaðin.

Starvið hevur skiftandi arbeiðstíðir, tó við útgangsstøði í einari 37 tíma arbeiðsviku. Tú hevur møguleika til at tilrættaleggja arbeiðstíðina í mun til tær uppgávur, sum liggja fyri framman og sum kunnu leggjast heilt ella partvís uttanfyri vanliga arbeiðstíð.

Starvið verður sett eftir nærri avtalu, tó í seinasta lagið 1. november 2018.

Hevur tú spurningar til starvið ert tú vælkomin at seta teg í sambandi við Halldis Poulsen, fyrisitingarstjóra á tlf.nr. 351448.

Samrøðurnar verða væntandi í viku 41 ella 42.

Umsókn til starvið skal sendast til FO-personalekontor@politi.dk í seinasta lagi 3. oktober 2018.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Tað er ein treyt fyri setanina, at tú kanst trygdargóðkennast.



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER