Ergoterapeutur til Psykiatriska depilin á LS
LANDSSJÚKRAHÚSIÐ

Ert tú okkara nýggi starvsfelagið? Vit hava brúk fyri einum ergoterapeuti á Psykiatriska Deplinum at byrja 1 oktober ella eftir nærri avtalu. Talan er um eitt avloysara starv 34 tímar um vikuna frá 01-10-2018 til 30-06-2019.

Psykiatriski depilin arbeiðir við einari samskapandi psykiatri, har hugtøkini "rehabilitering og recovery" eru týdningarmikil í tilgongdini. Framtíðarpsykiatriin hevur m.a. við sær, at viðgerðin gongur meiri fyri seg ambulant og úti í nærumhvørvinum saman við sjúklinginum, og at avvarðandi eru ein tydningarmikil partur av viðgerðini.

Til at menna arbeiðið verður arbeitt miðvíst við betringarháttinum Quality Improvement (QI) á Psykiatriska deplinum.

Um arbeiðið
Talan er um eitt áhugavert starv við sera fjølbroyttum arbeiðsuppgávum.

Endamálið við ergoterapeutisku viðgerðini er at veita fólki við sálarsjúku eina dygdargóða viðgerð, so tey fáa ein so meiningsfullan og sjálvstøðugan gerandisdag sum gjørligt. Ergoterapeutiska arbeiðið fevnir bæði um útgreining, viðlíkahald og menning av førleikum. Arbeitt verður bæði við einstaklinga- og bólkaviðgerð og fer fram bæði ambulant og undir innleggjan. Eisini verða fyriskipaðar ymsar tillagingar, so sum kúludýnir, ljóslampir, sansarúm, sms-skipan o.a. Ergoterapeutarnir á Psykiatriska deplinum innganga í tvørfaklig toymir.

Vit bjóða tær eitt starv, har tú fært møguleikan til at

  • Arbeiða tætt saman við øðrum eldhugaðum ergoterapeutum og øðrum fakbólkum
  • Menna teg fakliga
  • Nýta ymisk ergoterapeutisk kanningaramboð og viðgerðarhættir í arbeiðnum
  • Ávirka ergoterapeutiska tilboðið á deplinum

Vit ynskja, at tú hevur

  • Løggilding sum ergoterapeutur
  • Áhuga ella royndir innan psykiatri
  • Góðar samskiftis- og samstarvsførleikar
  • Áræði og kann arbeiða sjálvstøðugt
  • Evni at vera fleksibul og opin fyri nýggjum tiltøkum

Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til leiðandi ergoterapeut Beintu J. Thomsen, beijt@ls.fo  tlf. 258194.

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Ergoterapeutfelagið og Fíggjarmálaráðið.

Prógv fyri útbúgving, autorisatión og viðmælir skulu havast við til samrøðuna.

Umsóknarfreist er 28.09.2018

Um viðkomandi sum settur verður, hevur starvast uttan fyri Norðanlond og/ella har útbrot av MRSA hevur verið á arbeiðsplássinum síðstu 6 mánaðirnar, skal MRSA skjalváttan vísast innan byrjað verður í starvinum.

Á okkara heimasíðu www.ls.fo kann lesast um okkara visjón, missjón og strategimál, undir leinkinum "Leys størv."

Vinarliga søk starvið her



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER