Barnagarðurin á Svangaskarði, Toftir søkir eftir námsfrøðingi
NES KOMMUNA

Til barnagarðin verður søkt eftir 1 námsfrøðingi at arbeiða 30 tímar um vikuna í farloyvisstarvið, frá 1. oktober 2018 til 30. september 2019

Vit ynskja at umsøkjarin:

  • Dugir at seta seg inn í støðuna hjá tí einstaka barninum
  • Hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan dag saman við børnunum
  • Hevur góð samstarvsevnir og kann taka ábyrgd
  • Er við til at menna tað pedagogiska arbeiðið
  • Hevur hug at røra seg og vera nógv úti í náttúruni

Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið,  

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Tóru Johannessen leiðara á tlf 565021

Umsóknir

saman við prógvum og møguligum viðmælum skulu verða Nes kommunu í hendi í seinasta lagi mikudagin  26. september 2018 kl. 12.00

Nes Kommuna

650 Toftir

www.nes.fo

nes@nes.fo



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER