Leiðari til Býlingshúsið Vesturi á Flat
TÓRSHAVNAR KOMMUNA

Vit ímynda okkum ein leiðara, sum hevur hugsjónir og vil virka fyri einum høgum námsfakligum støði. Einum leiðara, sum megnar at leiða námsfrøðiliga virksemið og starvsfólk, og somuleiðis dugir at fyrisita og umsita fíggjarviðurskifti.

Leiðarin á Býlingshúsinum Vesturi á Flat er leiðari fyri vøggustovu- og barnagarðsvirksemi.

VIT BJÓÐA: 

  • eitt áhugavert starv, har tú hevur møguleika at seta dám á stovnin 
  • samskifti og samstarv við barna- og ungdómsdeildina og aðrar deildir í kommununi
  • samskifti og samstarv við aðrar dagstovnaleiðarar, sum partur av einum leiðslubólki

VIT VÆNTA, AT TÚ:

  • hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag við virðing og umsorgan fyri einstaka barninum, foreldrunum og starvsfólkunum
  • hevur leiðsluroyndir og leiðsluførleikar
  • kanst arbeiða sjálvstøðugt og taka avgerðir
  • dugir væl at samstarva, lurta og reflektera
  • hevur telduførleikar
  • hevur lætt við at orða teg munnliga og skrivliga á føroyskum

SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið verður sett 15. oktober 2018 ella eftir avtalu. Tann, ið settur verður, skal vera útbúgvin námsfrøðingur. Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

MEIRI FÆST AT VITA
Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Beintu Dalbø, deildarleiðara, telefon 302010 / 302014.

UMSÓKN
Umsókn saman við viðmælum, royndum og upplýsingum um útbúgving skal vera Tórshavnar Kommunu, torshavn@torshavn.fo, í seinasta lagi mikudagin 26. september 2018.



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER