Fysioterapeutur til Heilsu- og Umsorganartænastuna
TÓRSHAVNAR KOMMUNA

Heilsu- og umsorganartænastan søkir eftir einum fysioterapeuti, sum brennur fyri at at stuðla aldrandi borgaran soleiðis, at hann gert virkin og vakin alt lívið.

Talan er um avbjóðandi og gevandi starv í einum tvørfakligum toymi við serkunnleika innan fysioterapi. Aðalmálið er at stimbra heilsu og vegleiða eldru borgarunum í kommununi um heilsu og trivna. Tú kemur at virka bæði í venjingarhølum hjá Heilsu- og umsorganartænastuni, heima hjá borgaranum og á teimum ymisku eldrasambýlunum og røktarheimunum í Heilsu- og umsorganartænastuni.

VIT SØKJA EFTIR:

  • einum fysioterapeuti á setanarbrøki 0,75 svarandi til 30 tímar frá 1. november 2018

TÚ KEMUR AT VIRKA Í EINUM TOYMIÐ, IÐ HEVUR ÁBYRGD FYRI: 

  • at kanna, greina og meta um virkisførleikar hjá eldri, og í mun til hetta, seta átøk í verk
  • at fremja heilsufremjandi og sjúkufyribyrgandi venjingar og onnur átøk fyri eldri borgarar
  • at venja og undirvísa bólkum av eldri við kroniskari sjúku
  • at undirvísa og ráðgeva starvsfólkum og borgarum
  • at kanna, venja og vegleiða húsfólk, sum búgva á stovni
  • at meta um og søkja um hjálpartól

FØRLEIKAKRØV OG VÆNTANIR

Vit vænta, at tú:

  • hevur prógv og autorisatión sum fysioterapeutur ella tilsvarandi
  • ert fleksibul, positiv/-ur og fyrikomandi
  • hevur vilja og evni at virka í einum tvørfakligum toymi
  • hevur visjónir um, hvussu ein kann arbeiða heilsustimbrandi og sjúkufyribyrgjandi
  • hevur vitan um vanliga aldran og eldrasjúkur
  • dugir at vegleiða og undirvísa
  • hevur umsorgan fyri tí einstaka
  • dugir at arbeiða sjálvstøðugt
  • góð samstarvs- og samskiftisevni
  • KT-førleika á brúkarastøði
  • trívist í einum ferðmiklum gerandisdegi, og dámar fjølbroyttar og skiftandi uppgávur

VIT BJÓÐA TÆR:

  • eitt dynamiskt arbeiðspláss, har tú kemur at starvast í einum interprofessionellum, lærandi og samstarvandi toymi, har áherðsla er løgd á, at borgarin kann meistra egna tilveru
  • góðar umstøður og fjølbroyttar avbjóðingar, har tú fært møguleika at seta tín dám á og verða partur av eini framhaldandi menning av tilboðunum hjá Heilsu- og umsorganartænastuni
  • Vit arbeiða aktivt fyri at útvikla og fasthalda eitt gott arbeiðsumhvørvi, og okkum dámar væl ein góðan látur og humor í gerandisdegnum
  • Góðar og hjálpsamar starvsfelagar

Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála við KAF / Fíggjarmálaráðið og Fysioterapeutfelag Føroya.

Heilsu- og umsorganartænastan er skipað í trimum eindum – Heilsuhúsið og tvær búeindir við 203 búplássum umframt 13 umlættingarplássum og 5 plássum til samdøgursendurvenjing. Í Heilsuhúsinum verða m.a. øll tilboð til borgaran og allar tvørgangandi tænastur skipaðar.

Tú fært meira at vita um starvið við at seta teg í samband við Jákup Petur Eliassen, deildarleiðara fyri fysioterapeuttoymið, á telefon 793145 ella á jakupp@torshavn.fo

Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir skal sendast til teldupost torshavn@torshavn.fo. Viðmerkjast skal: „Fysioterapeutur Heilsuhúsið“.

Umsóknarfreistin er 24. september 2018.



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER