Námsfrøðingur og avloysari til Dagstovnin í Løkjatúni
TÓRSHAVNAR KOMMUNA

Tórshavnar kommuna søkir vegna Dagstovnin í Løkjatúni eftir einum námsfrøðingi at byrja 1. oktober 2018. Námsfrøðingurin er til vøggustovu, 27 tímar um vikuna.

Vit søkja eisini eftir einum føstum avloysara til allan stovnin.

Um ongin námsfrøðingur søkir, kann hjálparfólk verða sett í tíðaravmarkað starv. 

Okkum tørvar námsfrøðing, sum vil arbeiða samsvarandi okkara virðisgrundarlagi og námsætlan, sum er áhugað/ur í at arbeiða við verkætlanum og at skapa eitt mennandi innlæringsumhvørvi fyri børnini. 

VIT VÆNTA AT TÚ:

  • hevur góðar samstarvsførleikar
  • dugir at vera reflekterandi yvir egna praksis
  • er áhugaður í fakligari menning
  • kann arbeiða sjálvstøðugt, tekur ábyrgd og avgerðir, samstundis tú megnar at varðveita yvirlitið, tá á stendur

VIT KUNNU BJÓÐA EITT STARV HAR:

  • tú hevur møguleika at ávirka tína egna arbeiðsdag
  • tú kemur at vera partur av einum toymi og arbeiða skiftandi vaktir
  • vit kunnu bjóða tær eitt fakligt kveikjandi umhvørvi
  • vit hava eitt umhvørvi, sum er grundað á okkara virðisgrundarlag

SETANARVIÐURSKIFTI
Hevur tú hug til at vera við til at geva børnunum í Løkjatúni eitt spennandi og avbjóðandi læruumhvørvi, so send okkum eina umsókn! 

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

UMSÓKN
Umsókn saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving, viðmælum og royndum, skal sendast til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi hósdagin 20. september 2018. 

 

Seturnarsamrøður vera í viku 39. 

 

MEIRA FÆST AT VITA

Meira fæst at vita um starvið við at vitja heimasíðuna www.lokjatun.fo, ella við at venda sær til Sigrun. D. Magnussen, stovnsleiðara, telefon 214227, sigrunma@torshavn.fo



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER