Marknaðarráðgevi til marknaðardeildina
P/F BANKNORDIK

Vit sóknast eftir einum marknaðarráðgeva til Marknaðardeildina, ið hevur ábyrgd av branding, marknaðarføring og samskifti í samtakinum, bæði í Føroyum, Danmark og Grønlandi. Talan er um eitt tíðaravmarkað starv til 31. desember 2019. 

 

Starvið

 

Starvsøkini hjá deildini eru m.a.:

  • Menning og íverksetan av marknaðarføringini av samtakinum í Føroyum, Danmark og Grønlandi
  • Dagføring og áhaldandi menning av heimasíðum
  • Luttøka í verkætlanum, ið stuðla undir branding av samtakinum
  • Umsiting av stuðulsavtalum
  • Sosialir miðlar
  • Samskipan og íverksetan av samskiftinum í samtakinum
  • Menning av marknaðarføring av nýggjum tænastum
  • Aðrar fyrifallandi uppgávur

Sum marknaðarráðgevi fert tú at arbeiða við fleiri av hesum økjum.

Førleikakrøv

Tú hevur viðkomandi hægri útbúgving og royndir við marknaðarføring og samskifti. Tú dugir væl at skriva lættan og greiðan tekst, og tú ert stinn/ur í føroyskum og donskum máli. Tað er ein fyrimunur, um tú eisini hevur førleikar til at loysa grafiskar uppgávur.

Persónligu eginleikar tínir eru m.a. opinleiki, framsøkni og málsøkni. Tú hevur góð samskiftisevni og sjálvstøðugt arbeiðslag, eins og tú megnar at hava greiði á fleiri uppgávum í senn.

Vit bjóða

Eitt spennandi og fjølbroytt starv í einum góðum, nútímans og livandi arbeiðsumhvørvi. Talan er um eitt fulltíðarstarv, ið verður sett sum skjótast og er tíðaravmarkað til 31. desember 2019.

Umsókn

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Turið F. Arge, rakstrarstjóra, á telefon 330 678 ella á tfa@banknordik.fo.

Skrivlig umsókn saman við avritum av lívsrensli (CV) og viðkomandi prógvum skal sendast hr@banknordik.fo

Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 28. september 2018.

Sí lýsing HER



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER