Námsfrøðingur til Áarlon
KVÍVÍKAR KOMMUNA

– heimsins týdningarmesta starv

Kvívíkar kommuna søkir vegna Dagstovnin Áarlon eftir einum námsfrøðingi til vøggustovuna. Starvið er annaðhvørt 30 ella 40 tímar um vikuna.

Í Aarlon eru vøggustovurnar skipaðar sum ein eind við tveimum stovum, ið arbeiða saman partar av degnum.

Hendan skipanin gevur fjølbroyttari møguleikar at skipa arbeiði. Til dømis ber til, at skipa seg eftir aldri ella í størri og minni bólkum, soleiðis at ymisku evnini arbeitt verður við, kunnu lagast neyvt til einstaka barnabólkin.

Í vøggustovuni verður serliga arbeitt við málmenning, kropsligari menning og sosialari menning, og  hetta verður bygt á eitt grundarlag av umsorgan fyri einstaka barninum.

Málsetningur okkara er at skapa tryggar, mennandi, kreativar og lærandi umstøður fyri børn og vaksin.

Vit vænta, at tú:

  • Ert umsorganarfull/ur og ábyrgdarfull/ur
  • Ert við til at tryggja børnunum ein innihaldsríkan gerandisdag, ið er merktur av virðing og umsorgan
  • Ert virkisfús/ur og nærlagdur
  • Ert sinnað/ur at samstarva og finna loysnir í einum fjølbroyttum gerandisdegi

Lønar og setanartreytir:

Starvið verður sett 15. oktober ella eftir nærri avtalu.

Løn og setanarviðurskifti er sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.


Um námsfrøðingar ikki søkja, kunnu hjálparfólk verða sett í tíðaravmarkað starv.


Meira kann fáast at vita um starvi við at ringja til Gunnvá Edvardsdóttir, leiðara á telefon tlf. 292412


Umsóknir við prógvum, viðmælum og CV skulu vera kommununi í hendi seinast sunnudagin 23. september 2018.

Dagstovnurin Áarlon

Frammi í Forna 1

340 Kvívík

stovnur@kvivik.fo



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER