Støðvaktir til Taxi Bil
SP/F BIL MINI-TAXA 96

Taxi Bil søkir eftir starvsfólki, at starvast á støð okkara, at byrja skjótast til ber.

Talan er um :

  • 2 størv á uml. 30 tímar um vikuna, skiftandi morgun- og dagvakt
  • 4 størv á uml. 12 tímar um vikuna, eftir skúlatíð og annaðhvørt vikuskifti

Tín uppgáva sum støðvakt verður m.a. at taka ímóti bíleggingum beinleiðis og umvegis telefon og teldupost, og at skipa koyriætlanina fyri bilar okkara. At røkja kioskina verður eisini ein partur av tínari uppgávu.

Tú verður partur av okkara toymi av støðvaktum, og kemur at arbeiða á støð okkara á Farstøðini í Havn.

Vit vænta, at tú ert væl skipað/skipaður, fyrikomandi og  tænastusinnað/ur.

Send tína umsókn á teldupost: stjori@taxi.fo. Um tú vilt vita meira um starvið, ber til at ringja á tlf. 232440.



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER