Maskinførari til suðurøkið
LANDSVERK

Landsverk søkir dugnaligan og álítandi maskinførara til Suðuroynna at byrja skjótast til ber

Arbeiðsuppgávur

Arbeiðsuppgávurnar fevna í høvuðsheitum um:

  • viðlíkahald av landsvegum
  • vetrarhald
  • aðrar fyrifallandi uppgávur

Førleikakrøv

Viðkomandi royndir innan oman fyri nevndu arbeiðsuppgávur er ein fyrimunur, men eingin treyt. Tó skalt tú hava stóra koyrikortið og vera førur fyri at koyra vanligar entreprenørmaskinur, eitt nú gravi- og lessimaskinur.

Vit vilja røkka best møguligum úrslitum, og tí vænta vit, at tú ert arbeiðssom/-samur, fakliga dugnalig/-ur og vælskipað/-ur.

Vit leggja stóran dent á góðar persónligar eginleikar, at tú ert fyrikomandi, arbeiðir sjálvstøðugt, er ein arbeiðsglaður viðleikari við góðum samstarvsevnum.

Á Landsverki seta vit trygdina í hásæti, og tí er tað umráðandi , at tú dugir at vísa arbeiðinum ans og virðir galdandi trygdarreglur, sum eru tengdar at uppgávunum.

Setanarviðurskifti
Talan er um eitt tímalønt fulltíðarstarv. Løn og setanartreytir annars eru sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.

Tín fasti arbeiðsstaður er í Øravík, og arbeiðsøkið fevnir um alla Suðuroynna. Tó kann tað koma fyri, at tú skal loysa uppgávur aðrastaðni í landinum.

Roknast má við nakað av úrtíðararbeiði. Hetta ger seg serliga galdandi í vetrarhálvuni.

Umsóknir
Umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing (cv) kann sendast umvegis okkara heimasíðu www.landsverk.fo.  Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 24. september 2018

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Asbjørn Mortensen, økisleiðara, á tlf. 290 900, teldupost: asbjorn@lv.fo.

Fakliga og óheft røkir Landsverk tað verandi, byggir tað nýggja og fyrireikar tað komandi. Vit tryggja heildarmyndina av landsins bygningum og infrakervi – nú og í framtíðini.

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER