Søkt verður eftir heilsuhjálparum, heilsurøktarum og sjúkrarøktarfrøðingi
HEIMATÆNASTAN Í VEKS

Størv í VEKS

Til Røktarheimið á Mørkini í Streymnesi:

  • Heilsuhjápara við brøki 0,8
  • Sjúkrarøktarfrøðingi við brøki 0,7
  • Heilsuhjálparum ella heilsurøktarum við brøki 0,7

Til Korndalsbýlið á Eiði:

  • Heilsurøktara við brøki 0,7
  • Heilsuhjálpara við brøki 0,5

Byrjunardagur

Skjótast tilber

Førleikar

Vit sóknast eftir fólki sum hava:

  • Viðkomandi útbúgving
  • Jaligan hugburð til virksemið, møguligar neyðugar broytingar og sosiala umhvørvið í síni heild, í tøttum samstarvi við leiðarar, fakbólkar, starvsfólkahóp og einstaka borgaran.
  • Telduførleika á brúkarastøði.
  • Koyrikort til persónbil.

Vit kunnu bjóða

  • Fjølbroytt størv
  • Jaligt og vinarligt arbeiðsumhvørvi
  • Skipaða innleiðslu

Setanar- og lønarviðurskifti

Setanarstaðið er Heimatænastan í VEKS, við útgangsstøði frá støðunum, sum nevnd eru omanfyri.

Størvini verða sett sambært sáttmála hjá avvarðandi fakfelag.

Umsókir

Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, lívsrensli (CV), viðmælum v.m. skal sendast til veks@veks.fo ella til adressuna: Heimastænastan í VEKS, Bakkavegur 59, 350 Vestmanna.

Freist

Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 21. septembur 2018 kl. 12.

Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til:

  • Kirstin Jensen, leiðara fyri VEKS Eystur, á telefon 793252.

Upplýsingar um VEKS og virksemi okkara, er á heimasíðuni www.veks.fo



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER