Stjóri til Íverksetarahúsið
ÍVERKSETARAHÚSIÐ

Íverksetarahúsið søkir eftir einum ágrýtnum og nýskapandi stjóra við góðum samstarvsevnum, at standa á odda fyri eini áhaldandi menning av íverksetan í øllum Føroyum.

Starvið fevnir um dagliga leiðslu av virkseminum hjá Íverksetarahúsinum og stjórin hevur
ábyrgd av tryggja, at virksemið livir upp til endamálið hjá grunninum.

Uppgávurnar hjá stjóranum eru millum annað, at

  • Menna íverksetaraumhvørvið kring alt landið 
  • Tryggja at íverksetarahúsið er sjónligt við kunnandi og upplýsandi arbeiði í øllum Føroyum
  • Marknaðarføra tænastur og virksemi hjá Íverksetarahúsinum
  • Skapa eitt spírandi umhvørvi, sum er við til at draga nýggjar og nýskapandi vinnuspírar og fyritøkur til húsið
  • Ráðgeva og vegleiða nýggjum vinnuspírum við hugskotum, sum hesir ynskja at seta í verk, umframt at ráðgeva verandi fyritøkum
  • Stimbra samstarvið millum vinnuspírar og vinnulív

Stjórin skal í samstarvi við nevndina seta framtíðarkósina hjá Íverksetarahúsinum og tryggja, at hendan verður framd í verki.

Førleikar og væntanir
Stjórin skal við nýhugsan, ábyrgd og áræði ganga á odda fyri at menna Íverksetarahúsið.

Vit vænta, at tú hevur

  • viðkomandi útbúgving á bachelor ella kandidatstøði frá hægri lærustovni
  • viðkomandi starvsroyndir
  • innlit í fíggjarstýring
  • innlit í føroyskt vinnulív, nýskapan og íverksetan
  • góð samstarvsevni • ídni at seta og náa ásettum málum

 

Umsøkjarar við leiðsluroyndum hava fyrimun.

Starvs- og lønarviðurskifti
Starvið er fulla tíð, 40 tímar um vikuna.
Høvðusarbeiðsstaður er í Klaksvík, men arbeiðið hjá Íverksetarahúsinum er kring alt landið.
Løn sambært avtalu.

Umsókn og freist
Umsókn við lívsrensl og øðrum viðkomandi skjølum skulu verða nevndini í hendi í seinasta lagi mikudagin 26. september 2018 og skulu sendast við telduposti til rannva@bituff.com.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Rannvá Troest, forkvinnu í nevndini fyri Íverksetarahúsið, á tlf. 289193.

Les meira um Íverksetarahúsið á www.iverksetan.fo



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER