Heilsurøktari og heilsuhjálpari til Heimið við Vallalíð
TÓRSHAVNAR KOMMUNA

Brennur tú fyri eldraøkinum og fyri at skapa góð og virðilig kor fyri húsfólk og aldrandi borgarar, so er tað tær, vit leita eftir til heimið við Vallalíð, ið er partur av Heilsu- og umsorganartænastuni.


Heilsu- og umsorganartænastan er skipað í trimum eindum – Heilsuhúsinum og tveimum búeindum við 203 búplássum, umframt 11 umlættingarplássum og fimm plássum til samdøgursendurvenjing.

Heimið við Vallalíð hevur meira enn 10 ár á baki, og har eru 16 búpláss til fólk við demens. Uppgávurnar á heiminum eru umframt røkt og umsorgan eisini tað, ið hoyrir til eitt vanligt húsarhald – eitt nú matgerð og klædnavask. Matgerðin er týðandi partur av at stimbra sansirnar hjá fólki, ið hava demens.

SØKT VERÐUR EFTIR:

• 

Einum heilsurøktara á setanarbrøki 0,9. Arbeiðstíðin er skiftandi
vaktir og 3. hvørt vikuskifti

Einum heilsuhjálpara á setanarbrøki 0,9. Arbeiðstíðin er skiftandi
vaktir og 3. hvørt vikuskifti

DENTUR VERÐUR LAGDUR Á:

• 

Áhuga at arbeiða við demens

At miðla vitan til starvsfelagar og aðrar starvsbólkar

Hug at arbeiða og samstarva tvøryrkisliga og skapa eitt lærandi
arbeiðspláss

Góðan telduførleika

Prógv og góðkenning sum heilsurøktari og / ella heilsuhjálpari

VIT BJÓÐA TÆR

• 

ein yrkisliga spennandi og mennandi gerandisdag

ávirkan á yrkisligu menningina í Heilsu- og umsorganartænastuni

eitt spennandi arbeiðspláss, góðar umstøður og fjølbroyttar
avbjóðingar

møguleika at seta tín dám á og verða partur av framhaldandi at
menna tænasturnar hjá Heilsu- og umsorganartænastuni

MEIRA FÆST AT VITA
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Elisabeth Nolsø á tlf. 226445 ella teldupost elisabethn@torshavn.fo

SETANARVIÐURSKIFTI
Størvini verða sett 1. november 2018 ella eftir avtalu og lønt sambært sáttmála við KAF / Fíggjarmálaráðið og Heilsurøktarafelagið ella Heilsuhjálparafelag Føroya.

Søkir skikkaður umsøkjari ikki starvið, kann annar fakbólkur verða settur – um so er, verða uppgávurnar lagaðar til fakbólkin.


UMSÓKN
Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir, verður at senda til torshavn@torshavn.fo. Viðmerk: „Heilsurøktari til Vallalíð“ ella „Heilsuhjálpari til Vallalíð“.

Umsóknarfreistin er 25. september 2018.

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER