Sjúkrarøktarfrøðingur til Strandarlon á Boðanesheiminum
TÓRSHAVNAR KOMMUNA

Kjarnuuppgávan hjá Heilsu- og umsorganartænastuni er við miðvísari umsorgan, tænastu, heimatænastu, heilsu- og sjúkrarøkt, at stuðla borgaranum soleiðis, at hann gerst virkin og vakin alt lívið.


Heilsu- og umsorgnanartænastan er skipað í trimum eindum. Í Heilsuhúsinum verða m.a. øll tilboð til borgaran og allar tvørgangandi og heimatænastur skipaðar. Í Heilsu- og umsorganartænastuni eru harumframt tvær eindir við umleið 110 búplássum hvør.

Brennir tú fyri eldraøkinum og fyri at skapa góð og virðilig kor fyri húsfólk og aldrandi borgaran, so er tað tær, vit leita eftir til Heilsu- og umsorganartænastuna.

Strandarlon er ein samansett deild við 17 búplássum, 2 umlættingarplássum og 5 rehabiliteringplássum, Her starvast sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar og heilsuhjálparar. Dentur verður lagdur á tætt tvørfakligt samstarv við fysio- og ergoterapeutar. Vit á Strandarlon stremba eftir høgari fakligheit har vit arbeiða viðurkennandi og skapa ein gerandisdag, har búfólk, starvsfólk og avvarðandi trívast, mennast og hava tað gott.

SØKT VERÐUR EFTIR

• 

Sjúkrarøktarfrøðingi á starvsbrøki 0,8 ella eftir avtalu frá 1. november
2018. Arbeiðstíðin er í skiftandi vaktum og 3. hvørt vikuskifti

FØRLEIKAKRØV

• 

Prógv og autorisatión sum sjúkrarøktarfrøðingur

Áhuga at arbeiða við heilsustimbran, fyribyrgjan og endurvenjing

Góð evni at samskifta í skrift og talu

Hug at arbeiða og samstarva í eini tvøryrkisligari toymisskipan í
menning

KT-førleika á brúkarastigi

VIT BJÓÐA TÆR

• 

Ein yrkisliga spennandi og mennandi gerandisdag

At menna tænasturnar í Heilsu- og umsorganartænastuni saman
við okkum

Eitt opið arbeiðspláss, góðar umstøður og fjølbroyttar avbjóðingar

Møguleika at seta tín dám á og framhaldandi at menna tænasturnar
hjá Heilsu- og umsorganartænastuni

SETANARVIÐURSKIFTI

Starvið sum sjúkrarøktarfrøðingur verður lønt sambært sáttmála við KAF / Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Vár í Gong, deildarleiðara á Strandarlon, telefon 224108, ella við telduposti til var@torshavn.fo

UMSÓKN

Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til torshavn@torshavn.fo. Viðmerkjast skal: „Sjúkrarøktarfrøðingur til Strandarlon“.

 

Umsóknarfreistin er 21. september 2018.

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER