Námsfrøðingur til Frítíðarskúlan í Hoyvík
TÓRSHAVNAR KOMMUNA

Tórshavnar kommuna søkir eftir námsfrøðingi til frítíðarskúlan í Hoyvík í fast starv, 25 tímar vikuliga.


Starvið verður sett frá 1. november 2018.

Um námsrøðingur ikki verður settur, so er møguleiki at seta hjálparfólk í tíðarsett starv til 27. juni 2019.

Í frítíðarskúlanum í Hoyvík starvast í løtuni 12 starvsfólk, bæði námsfrøðingar og hjálparfólk.

VIT YNSKJA UMSØKJARAR SUM:

• 

megna og vilja skapa mennandi, trygt og fjølbroytt virksemi

eru initiativríkir og vísa hetta í verki

eru sjálvstøðugir, álítandi og hava gott yvirlit

vilja arbeiða við børnum við serligum tørvi

síggja møguleikar heldur enn forðingar

sum hava góð samstarvs- og samskiftisevni og megnar tí at
virka fyri góðum samstarvi við foreldur, børn og starvsfelagar

Í Frítíðarskúlanum í Hoyvík ganga børn úr 1. og 2. flokki úr Hoyvíkar skúla, eisini er eitt frítíðartilboð fyri børn úr 3. flokki. Somuleiðis ganga børn úr serstovuni í Hoyvíkar skúla í frítíðarskúla. Í hølunum er eisini ungdómshúsið í Hoyvík – KLUBB 188.

Um áhugi er og umstøður loyva tí, so er eisini møguleiki at arbeiða í KLUBB 188. KLUBB 188 er opið 3 kvøld um vikuna. Arbeiðstíðin er í miðal umleið 7 tímar vikuliga.

SETANARVIÐURSKIFTI
Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

UMSÓKN
Umsókn við viðkomandi upplýsingum verður at senda til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi hósdagin 20. september 2018.

MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Bjarna Beder, stovnsleiðara, á telefon 214789 ella bjarnibe@torshavn.fo – sí meira um stovnin her: www.facebook.com/ftshoyvik og https://www.facebook.com/ungdomshusidKLUBB188/

 

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER