Farloyvisstarv fyri tannlækna í barnsburðarfarloyvi
TÓRSHAVNAR KOMMUNA

Á tannlæknastovuni hjá Tórshavnar kommunu er eitt avloysarastarv fyri starvsfólk í barnsburðarfarloyvi tøkt at søkja. Talan er um fulltíðarstarv, t.e. 35 tímar / viku og verður starvið sett frá 7. januar 2019.


Barna- og ungdómstannrøktin í Tórshavnar kommunu umfatar á leið 6.000 børn og ung í aldrinum 0 - 17 ár.

 

Á BARNATANNRØKTINI STARVAST:

5 tannlæknar, 2,6 tannrøktarar og 9,5 klinikkassistentar. Umframt hesi tekur eitt toymi av tannrøktarum, klinikkassistenti umframt tveimum sertannlæknaráðgevum sær av tannrættingini. Hesar viðgerðir fara fram á Tannrættingarstovuni á Skúlanum við Løgmannabreyt.

 

TANNRØKTIN FER HARUMFRAMT Á FÝRA VIÐGERÐARSTOVUM:

Í Tórsgøtu, á Argjahamri, í Kollafirði og á Sandi.

Vit hava talgildar journalir: TK2 og digital røntgen, Digora røntgen-system.

Lønar- og setanarviðurskifti sambært sáttmála millum KAF og TF.

NÆRRI UPPLÝSINGAR
fáast við at venda sær til Sigrid Arge, tannlæknastjóra, tel: 302525 / t-postur: sigrid@torshavn.fo

Umsókn og avrit av viðkomandi skjølum vera at senda til: torshavn@torshavn.fo

Umsóknarfreistin er mánadagin 8. oktober 2018.

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER