Starvsfólk til Búsetur og Stoyp
SP/F BÚSETUR

Vegna økt virksemi søkja vit eftir fleiri ágrýtnum og dugnaligum starvsfólkum til okkara feløg, at byrja skjótast gjørligt ella eftir nærri avtalu.

Kranførari til kranabil:
Vit rokna við, at tú hevur royndir og hegni at arbeiða við krana. Umsøkjarar skulu, umframt koyrikort til lastbil, hava kranacertifikat til krana yvir 25 tons. (Kranaskeið E)
Sum kranførari kemur tú at starvast á okkara ymisku arbeiðsplássum ið styttri ella longri tíð, alt eftir hvar tørvur er á kranabili. Til tíðir kann roknast við, at nakað av forskallings- og betongarbeiði er knýtt at starvsetanini.

Kranførari til tornkrana:
Vit rokna við, at tú hevur royndir og hegni at arbeiða við tornkrana. Umsøkjarar skulu, umframtkoyrikort til bil, hava kranacertifikat til tornkrana.
Sum kranførari kemur tú at starvast á einum arbeiðsplássi har brúk er fyri krana. Tú hevur ábyrgdina av viðlíkahald og eftirlit av krananum eins og annað fyrifallandi arbeiði í ein ávísan mun.

Faklærd fólk til timburarbeiði:
Okkum tørvar nakrar handverkarar til timburarbeiði. Vit hava størri og smærri uppgávur fyri framman, so talan er um fjølbroytt arbeiði. Vit rokna við, at tú kann arbeiða sjálvstøðugt eins og í toymi.

Fólk til Betongarbeiði:
Okkum tørvar fólk til betong- og forskallingsarbeiði. Vit hava størri og smærri uppgávur fyri framman, so talan er um fjølbroytt arbeiði. Vit rokna við, at tú kann arbeiða sjálvstøðugt eins og í toymi.

Vit kunnu vit bjóða:
Gott og skipað arbeiðsumhvørvi, har stórur dentur verður lagdur á trygd og trivna.
Møguleikar fyri fakligari menning.
Greið setanarviðurskifti, har lønin verður avtalað millum partarnar.

Skrivlig umsókn, við upplýsingum um teg, prógv/certifikat og arbeiðsroyndum skal verða okkum í hendi innan 30. september 2018, og kann sendast til:

Sp/f Búsetur
Varðagøta 59
100 Tórshavn

Ella á t-post: busetur@busetur.fo

Vil tú hoyra nærri um starvið, er tú vælkomin at seta teg í samband við skrivstovuna tlf. 355830, Sjúrður Holm á tlf. 210830 ella
Hallur Hansen á tlf. 230834.



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER