Søkt verður eftir formanni/bólkaleiðara
P/F J. & K. PETERSEN CONTRACTORS

Í sambandi við útbyggingina av Tórshavnar Havn søkja vit eftir formanni/bólkaleiðara.

Høvuðsuppgávurnar í arbeiðinum eru saman við driftsleiðaranum, at leiða og skipa dagligar uppgávur.

Vangamynd:

  • Hevur royndir sum formaður/bólkaleiðari
  • Hevur royndir við spuns- og betongarbeiði
  • Dugir at taka sjálvstøðugar avgerðir

Vit kunnu bjóða:

  • Eitt starv við avbjóðingum
  • Møguleikar fyri fakligari menning
  • Greið setunarviðurskifti

Um tú hevur spurningar í sambandi við starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Finnur Joensen, HR- og fyrisitingarleiðara, á tel 585036.

Umsóknir skulu sendast til J&K Petersen Contractors á starv@jkp.fo ella við at posti til: J&K Petersen Contractors, Postboks 3179. FO-110 Tórshavn.

Umsóknarfreistin er 23. sept. 2018.

Um J&K Petersen
J&K Petersen er eitt entreprenørfelag stovnað í 1975, og er millum elstu entreprenørfyritøkur í landinum. Umleið 200 fólk starvast hjá J&K. J&K er eitt arbeiðspláss, ið hevur drúgvar og góðar royndir við anlegsarbeiðum, dýpingararbeiðum, byggiarbeiðum og havnargerðum í øllum landinum.



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER