Sjúkrarøktarfrøðingar til Barnadeildina á LS
LANDSSJÚKRAHÚSIÐ

Medisinski depilin á Landssjúkrahúsinum søkir sjúkrarøktarfrøðingartil størv í skiftandi vaktum.

Talan er um

  • 2 føst størv í starvsbrøki 0,6 í skiftandi vaktum til setan 1. november 2018
  • 1 avloysarastørv í starvsbrøki 0,8 frá 1. november 2018 til 31. mars 2019
  • 1 avloysarastarv í starvsbrøki 0,8 frá 1. november 2018 til 31. august 2019
  • 1 barsilsvikariat í starvsbrøki 0,7 frá 1. Desember 2018 til 31. oktober 2019

Barnadeildin hevur sjey seingjapláss til børn í aldrinum 0 - 17 ár. Vit taka ímóti børnum úr øllum landinum og innan allar sergreinar. Dagliga koma børn og ung til útgreinan og kanningar eftir avtalu. Flestu innleggjanir eru bráfangis. Harumframt fer nógv ambulant virksemi fram í dagtímunum. Deildin hevur tætt samstarv við onnur sjúkrahús og stovnar, heima og uttanlands. Deildin hevur regluliga vitjan av konsulentum innan barnaneurologi, barnaortopedi og barnakardiologi. Deildin er útbúgvingarstaður fyri bæði námsfrøðingar, sjúkrarøktarfrøðingar, læknar og læknaskrivarar.

Á deildini starvast sjúkrarøktarfrøðingar, sjúkrahjálpari, námsfrøðingur, skrivarar og reingerðarfólk. Tríggir barnalæknar eru knýttir til deildina.

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum

  • At útinna sjúkrarøkt og viðgerð og samskipa sjúklingagongdir, so tað hóskar seg til tann einstaka
  • At leiða, útinna, miðla og menna pædiatrisku sjúkrarøktina
  • At virka fyri, at barn og foreldur, uttan mun til sjúkuavgerð, koma væl gjøgnum uppihaldið á Barnadeildini.

Vit bjóða

  • Eitt spennandi og fjølbroytt arbeiði við nógvum fakligum og persónligum avbjóðingum
  • Starvsfelagar við drúgvum royndum innan pediatriska økið
  • Gott tvørfakligt arbeiðsumhvørvi, har tú hevur ávirkan
  • innleiðslu og upplæring

Dentur verður lagdur á

  • Serligan áhuga at arbeiða við børnum á sjúkrahúsi
  • Góð evni og vilja at samstarva við børn og foreldur teirra, at vera ein góður starvsfelagi, at samstarva konstruktivt við aðrar stovnar, ið deildin javnan samstarvar við
  • Góðan telduførleika

Lønar- og setanartreytir smb. sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

Upprunaprógv fyri útbúgving, góðkenning og evt. viðmæli skula havast við til møguliga samrøðu.Á okkara heimasíðu www.ls.fo kanst tú lesa um okkara visjón, misión og strategimál, undir leinkjuni "Leys størv".  

Um viðkomandi, sum sett/ur verður, hevur starvast uttan fyri Føroyar, og/ella har útbrot av MRSA hevur verið á arbeiðsplássinum síðstu 6 mánaðarnar, skal MRSA-skjalaváttan vísast, áðrenn byrjað verður í starvinum.

Umsóknarfreistin er 21. september 2018

Vinaliga søk starvið her

Nærri fæst at vita við at venda sær til deildarleiðaran, Rúnu Wardum á tlf. 304500, lokal 6055 ella Gunnvá Guttesen, leiðandi sjúkrarøktarfrøðing, lokal 6102.



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER