Starvsfólk til Djórahandilin
SP/F DJÓRAHANDILIN

Vit søkja eftir einum starvsfólki at arbeiða 30-40 tímar um vikuna í handlinum. Arbeiðstíðin er gerandisdagar ímillum kl 10.00 – 18.00 og annnan hvønn leygardag kl 10.00 – 14.00.

Arbeiðsuppgávurnar fevna um vanligt handilsarbeiði, so sum at avgreiða og vegleiða kundar og dagliga røkt av djórunum í handlinum.

Vit vænta, at umsøkjarin er:

  • Fyrikomandi, nærlagdur, arbeiðssamur og sjálvstøðugir
  • Skilir týdningin av góðari kundarøkt
  • Sær møguleikar, hevur ein góðan hugburð, er smílandi og fyrikomandi

Umsóknarfreist:
Starvið verður sett so skjótt tann rætti søkir.

Um tit ynskja at vita meira um starvið, eru tit vælkomin at ringja til Suna á tlf. 772222 ella senda mail til sb@djorahandil.fo

Umsóknir skulu sendast til sb@djorahandil.fo



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER