Námslektarastarv í sjúkrarøktarfrøði við serligari uppgávu innan kliniska útbúgvingarpartin á Fróðskaparsetri Føroya er leyst at søkja
FRÓÐSKAPARSETUR FØROYA

Eitt námslektarastarv í sjúkrarøktarfrøði er leyst at søkja á Deildini fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi. Starvið er fulltíðarstarv, har umleið helvtin av tíðini er at virka sum kliniskur útbúgvingarleiðari. Starvið verður sett sum fast starv frá 1. januar 2019.

Starvsøkið
Arbeiðið fevnir um at verða kliniskur útbúgvingarleiðari og undirvísing í sjúkrarøktarfrøði, vegleiðing í sambandi við uppgávuskriving og verkætlanir. Arbeitt verður í tøttum samstarvi við útbúgvingarleiðaran, undirvísararnar serliga um kliniska partin av útbúgvingini í sjúkrarøktarfrøði og við aðrar samstarvspartar. Í arbeiðinum verður tú við í menning av útbúgving og undirvísing, ið fer fram á Deildini fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi.

Førleikar
Fyri at verða settur í starvið skal umsøkjarin vera sjúkrarøktarfrøðingur og haraftrat hava viðkomandi kandidat- ella masterútbúgving (120 ECTS). Tað er ein fyrimunur, um umsøkjarin hevur

  • royndir innan kliniska partin av sjúkrarøktarútbúgvingini, umframt hollar praktiskar arbeiðsroyndir sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • kunnleika til føroysku og útlendskar útbúgvingar í sjúkrarøktarfrøði á bachelorstigi
  • royndir innan undirvísing í útbúgving til sjúkrarøktarfrøðing
  • granskingarroyndir og fatan av granskingargrundreglum
  • arbeiðsroyndir innan heilsuverk uttanfyri Føroyar
  • góð samskiftis- og samstarvsevnir
  • kunnleika til føroysk viðurskifti, skipanir í heilsuverkinum og organisatión av heilsuviðurskiftum

Námslektari er vanliga fulltíðar undirvísingarstarv. Tó í hesum føri skal námslektarin eisini umsita uppgávuna, sum kliniskur útbúgvingarleiðari. Námslektarin skal hava innlit í uppgávuna sum kliniskur útbúgvingarleiðari til fullnar og kenna klinisku viðurskiftini og verkliga leiklutin sum sjúkrarøktarfrøðingur væl. Eisini skal námslektarin hava góðan fakligan førleika, vísindaligan førleika, fyrisitingarroyndir í sambandi við hægri útbúgving, umframt góðan pedagogiskan og samskiftis førleika, og verða góður undirvísari. Námslektari hevur vanliga ikki granskingarskyldu, men kann frá dekani fáa tillutað granskingartíð. Tó eru granskingarroyndir av týdningi, tá talan er um starv á universiteti.

Umsóknin
Við umsóknini skulu leggjast avrit av próvskjølum, yvirlit yvir útbúgvingargongd, arbeiðsroyndir royndir innan kliniska økið í sjúkrarøktarfrøðivið, undirvísing og gransking, umframt samskipan innan heilsuverkið.

Umsóknir skulu sendast við telduposti til umsokn@setur.fo.

Lønar- og setanartreytir
Starvið verður sett í samsvari við Reglugerð fyri størv á Fróðskaparsetri Føroya. Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála millum Landsstýrið og avvarðandi fakfelag.

Freist
Umsóknarfreist er tann 24. september 2018.

Nærri upplýsingar
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til varadekan, May-Britt Skoradal, maybritts@setur.fo, tlf. 292253, ella til Magna Mohr, dekan, magnim@setur.fo, tlf. 292270.

Upplýsingar um Fróðskaparsetur Føroya eru at finna á www.setur.fo.



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER