Tøkningur til Kringvarp Føroya
KRINGVARP FØROYA

Kringvarp Føroya er sjálvstøðugur, almennur stovnur, sum virkar óheftur av politisku skipanini. Eitt stýri við 7 limum stjórnar
stovninum. Virksemið verður fíggjað við kringvarpsgjaldi og inntøkum frá spølum og lýsingum. Kringvarp Føroya hevur fýra deildir;
Aktuelt, Mentan, Tøkni og Fyrisiting. Fíggjarætlanin er 57,5 mió kr. Í Kringvarpi Føroya eru 76 ársverk.

Starvið
Títt fokusøki verður í høvuðsheitum sendi-, ljóð- og tøkniarbeiði. Uppgávurnar fevna eitt nú um:
• Sendivaktir
• Framleiðsluvaktir
• Ljóðeftirviðgerð
• Fjarsamskifti
• Framleiðslur uttan fyri húsið

Tínir førleikar
• Tú hevur royndir við ljóðarbeiði
• Tú kennir til talgilda framleiðslu
• Góða tøkniliga vitan
• Vitan um útvarps- og sjónvarpsframleiðslu er ein fyrimunur

Tínir eginleikar
• Fyrst og fremst ert tú eldhugað/ur í yrkinum
• Tú hevur áræði at seta teg inn í nýggja tøkni
• Tú ert røkin, fryntlig/ur og hevur góð samstarvsevni
• Tú kanst arbeiða sjálvstøðugt, men eisini í toymi

Vit kunnu bjóða
• Eitt spennandi arbeiði við skiftandi uppgávum
• Eitt starv við møguleikum at menna seg innan miðlatøkni

Arbeiðstíðirnar kunnu vera skiftandi, eisini kemur vikuskiftisarbeiði fyri.

Setanartreytir
Starvið verður sett sum skjótast ella eftir nærri avtalu. Lønin er sambært sáttmála millum Starvs - mannafelagið og Fíggjarmálaráðið.

Umsóknarfreistin
er 20. september á midnátt, og umsóknir skulu sendast til umsokn@kvf.fo

Royndartíðin í starvinum er 3 mánaðir.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Hjallgrím P. Hentze, deildarleiðara, á telefon 296601 ella teldupost: hen@kvf.fo
Vit sóknast eftir einum ídnum og dugnaligum fólki til tøknideildina, sum í høvuðsheitum skal arbeiða við sendiuppgávum (MCR), tøkniuppgávum og ljóðarbeiði



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER