STARV SUM SKEIÐSLÆRARI Á TRYGDARDEPLINUM VIÐ ÁIR
VINNUHÁSKÚLIN

Setanarviðurskifti

Eitt fast starv verður frá 1. okt. 2018.

Starvið

Undirvísing í brunaverju, eldsløkk- ing og roykkaving. Til- og avriggan í sambandi við skeið. Viðlíkahald av sløkki- og aðrari útgerð.

Tey, ið fáa upplæring í eldsløkking á Trygdardeplinum, eru í høvuðsheit- inum: Sjófólk, sløkkiliðsfólk og starvsfólk á virkjum og stovnum.

Førleikakrøv

Umsøkjarin skal hava útbúgving sum skipsførari ella maskinmeistari, ella aðra útbúgving, sum kann javnmetast.

Umsøkjari, sum eisini hevur útbúgving sum brunaumsjónarmaður, hevur fyrimun.

Neyðugt er, at viðkomandi er vanur at arbeiða við teldu.

Tann, ið settur verður, skal hava góð samstarvsevni, vera fyrikomandi, ágrýtin og førur fyri at arbeiða sjálvstøðugt.

Lønar- og setanartreytir, verða sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Maskinmeistaralærarar saman við Fakfelagi Sjómansskúlalærara.

Arbeiðsstaðið er á Trygdardeplinum við Áir.

Umsóknir

Umsóknir skulu sendast til: starv@vh.fo

Umsóknarfreist

Umsóknir, saman við avriti av prógvum, og møguligum viðmælum, skulu vera Vinnuháskúlanum í hendi í seinasta lagi: 20. sept. 2018.

Nærri upplýsingar

Nærri fæst at vita um starvið, við at venda sær til: Signheðin Davidsen, á telefon 211 354, ella Wilhelm Petersen, á telefon 233250.

VINNUHÁSKÚLIN
Nóatún 2, FO-100 Tórshavn, Tel 350 250, Faks 350 251, info@vh.fo, www.vh.fo



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER