Matstovan hjá FK í Hoyvík ynskir starvsfólk
LVAÁ FØROYA KEYPSSAMTØKA - HOYVÍK

Leita verður eftir einum starvsfólki til matstovuna hjá FK í Hoyvík.

Hevur tú áhuga fyri matgerð og øllum tí, sum gongur fyri seg í einum køki? So er tað møguliga tær vit leita eftir.

Vit leita eftir einum starvsfólki at byrja skjótast gjørligt í okkara matstovu í Hoyvík. Talan er í fyrstu syftu um tveir mánaðir, men møguleiki er fyri at tað kann gerast fast starv.

Hevur tú áhuga fyri hesum, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á tlf 228355.

Vit gleða okkum at hoyra frá tær.



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER