Læknaskrivari til Medisinska depilin á LS
LANDSSJÚKRAHÚSIÐ

Medisinski depilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir læknaskrivara í fast starv fulla tíð at byrja 01.11.2018 ella eftir nærri avtalu. 

Uppgávurnar eru fjølbroyttar og fevna í høvuðsheitum um vanligar læknaskrivarauppgávur, telefonavgreiðslu, luttøku á konferensum, samskipan av virkseminum í ambulatorium o.a.

Læknaskrivararnir á Medisinska deplinum arbeiða við serøkjunum kardiologi, lungasjúkur, neurologi, nefrologi, reumatologi, endokrinologi, diabetes, gastroenterologi, onkologi, hæmatologi, dermatologi, infektiónsmedisin og pædiatri. 

Dentur verður lagdur á

  • Útbúgving sum læknaskrivari
  • Fleksibilitet og áhuga í tvørfakligum samstarvi
  • Góðan telduførleika
  • Góð samstarvsevni, verða tænastuhugað/ur og tola skiftandi arbeiðsuppgávur

Vit bjóða tær:

  • eitt áhugavert arbeiðsøki undir støðugari menning
  • eitt tvørfakligt samstarv við serlæknar, læknar, sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar, fysioterapeutar, ergoterapeutar o.o.
  • Møguleika fyri fakligari- og persónligari menning

Løn- og setanartreytir sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið

Nærri upplýsingar um starvið fæst við at venda sær til leiðslufulltrúa/leiðandi læknaskrivara, Sæunn Ólavsdóttir Hansen á tlf. 304500, lokal 6103.

Umsóknarfreistin er 26. sept. 2018

Vinaliga søk starvið her

Upprunaprógv fyri útbúgving og viðmælir skulu havast við til samrøðu. 

Á heimasíðuni www.ls.fo kann ein síggja okkara visjón, missión og strategimál undir leinkjuni ”um stovnin”



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER