Kringvarp Føroya søkir stjóra
KRINGVARP FØROYA

Starvið

Stjórin hevur dagligu programmábyrgdina og røkir fyrisitingarligu og búskaparligu leiðsluna av Kringvarpi Føroya, sum er skipað eftir løgtingslóg nr. 61 um kringvarp frá 16. mai 2006 við seinni broytingum.

Umsøkjarin
Sum stjóri ert tú álitisvekjandi, setir trúvirði í hásæti og er tann, ið myndar stovnin alment.
Tú hevur viðkomandi leiðsluroyndir, viðkomandimiðallanga ella langa útbúgving og fyrimunur, um tú hevur miðlaroyndir.
Tú eggjar til eldhuga, ert savnandi, megnar at fylgja settum málum og halda kósina.
Tú hevur innlit í føroyska mentan, samfelagsviðurskifti, greiða fatan av public service uppgávum
Kringvarpsins og tryggjar eitt fakliga høgt støði á stovninum.
Tú hevur grundleggjandi fatan av fyrisitingarliga og fíggjarliga rakstrinum av einum stovni.

Setanarviðurskifti
Starvið, ið er áramálssett í fimm ár, er lønt samsvarandi 38. lønarflokki í avtalu millum Tænastumannafelag Landsins og Fíggjarmálaráðið, tó uttan at verða tænastumannastarv. Grundlønin er eftirlønargevandi. Afturat hesum verður latin ein ikki eftirlønargevandi viðbót fyri áramálssetan. Setanartreytirnar eru ásettar í stjórasáttmála, sum skal góðkennast av Fíggjarmálaráðnum.

Umsókn
Tú kanst fáa meir at vita um starvið við at venda tær til Rúna Heinesen, formann í kringvarpsstýrinum á tlf. 214407 ella á teldupostadressuni runih@tsk.fo.

Umsóknir við CV, prógvum, o.t. skulu stílast til:
Kringvarp Føroya
Postboks 1299
110 Tórshavn
Att. Kringvarpsstýrið

Ella sum teldupostur til runih@tsk.fo

Umsóknarfreistin
er fríggjadagin, 21. September 2018, kl.24.00.

Hugsjón Kringvarpsins;

Visjón:
Kringvarp Føroya skal vera fremsti mentanarberi føroyinga.
Misjón:
Kringvarpið skal ríka lív og samleika føroyinga við sendingum og tænastum, sum upplýsa, menna og undirhalda.
Kjarnuvirðir:
Trúvirði – Starvsfólk Kringvarpsins skulu vísa ábyrgd og trúfesti í síni framleiðslu, so Kringvarpsbrúkarar kunnu hava álit á Kringvarpinum.
Virðing – Kringvarpið skal vísa virðiliga atferð í øllum sínum virki, arbeiða fyri at varðveita føroyskt mál og mentan og virka savnandi fyri føroysku tjóðina.
Slóðbrótan – Kringvarpið skal vera slóðbrótandi, bjóða av og ganga á odda.
Professionalisma – Í Kringvarpinum skal professionalisma,engasjemang, kreativitetur, fjølbroytni og toymisandi ráða.
 

__________________________________________________________________________________________________________

Kringvarp Føroya er sjálvstøðugur almennur stovnur, sum virkar óheftur av politisku skipanini, og sum verður stjórnaður av
einum stýri við sjey limum. Virksemið verður fíggjað við kringvarpsgjaldi og inntøkum frá kunngerðum og spæli. Fíggjarætlanin
er umleið 69 mió.kr. og umleið 80 fólk eru í føstum starvi á stovninum.
Kringvarp Føroya søkir stjóra
 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER