Kokkalærlingar til Heima í Havn.
P/F GIST & VIST

Tímir tú at renna skjótt og hevur áhuga fyri mati? So er tað júst tær vit hava brúk fyri.

Til okkara 4 matstovur Barbaru, Áarstovu, Ræst og Fútastovu tørvar okkum 2 kokkalærlingar at byrja í oktober.

Tú fer at arbeiða saman við einum ungum og spennandi toymi, har tað er ferð á. Lærutíðin er 3 ár og 9 mánaðir, har ein partur ella øll skúlagongdin er í Danmark.

Vit ynskja, at tú hevur køksroyndir og kennir til gundleggjandi matgerð.

At tú klárar at halda tænastuna á høgum støði, í einum bráðskiftandi umhvørvi, har ferð er á.

Tú ert ágrýtin, álítandi og klárar væl at arbeiða saman við øðrum.

Áhugaði kunnu venda sær til Teitur Christensen á telduposti teitur@futastova.fo



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER