Taliráðgevi til Sernám
SERNÁM

Søkt verður eftir einum taliráðgeva. Talan er um eitt 30 tímar barsilsfarloyvissstarv at seta frá 1. oktober 2018 ella sum skjótast eftir tað.

Sernám hevur, umframt høvuðsdeildina í Tórshavn, eisini deildir í Norðoy, Eysturoy og Suðuroy. Arbeiðsøkið hjá Sernámi er um alt landið, og hetta starvið er í løtuni knýtt til toymi, sum hevur Tórshavn, Norðstreymoy og Vágarnar.

Vit bjóða:
 Eitt áhugavert og avbjóðandi starv við fjølbroyttum uppgávum
 Eitt fakligt/tvørfakligt og sernámsfrøðiligt mennandi umhvørvi
 Førleikamenning eftir umstøðum og tørvi

Harumframt vænta vit, at umsøkjari:
 Hevur áhuga fyri avbjóðingum, og er fúsur at royna nýggjar leiðir
 Hevur førleika at arbeiða við sernámsfrøðiligum avbjóðingum
 Dugir at arbeiða sjálvstøðugt, og hevur góð samstarvsevni
 Dugir væl at skapa álit
 Trívist við at samstarva við skiftandi fakbólkar

Høvuðsuppgávan í starvinum eru:
 At veita ráðgeving og vegleiðing til starvsfólk og foreldur
 At kanna og viðgera børn við talitrupulleikum í og undir skúlaaldur
 At skipa fyri fyribyrgjandi tiltøkum innan talu og málmenning
 At menna sernámsfrøðiliga virksemið í dagstovnum og skúlum
 

Førleikakrøv:
Útbúgving sum audiologopedur, lærari ella námsfrøðingur við eftirútbúgving innan logopedi ella
samsvarandi.
 

Setanartreytir til starvið:
Størvini verða lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Margreth Olsen, stjóra, á telefon 360 200
ella í teldubrævi til margreth@sernam.fo.


Umsóknarfreist:
Umsóknir við avriti av prógvum, CV og øðrum viðkomandi skjølum, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 26. august 2018 og skulu sendast til:

Sernám
á Frælsinum 32
Postboks 2036
FO-110 Tórshavn
ella sum teldubræv til sernam@sernam.fo

Sernám veitir sernámsfrøðiliga ráðgeving, vegleiðing og stuðul, soleiðis at børn og ung (0-18 ár) kunnu styrkjast í menningini, sum umfatar sosiala, kropsliga, persónliga, málsliga og kognitiva menning.
Í løtuni er Sernám er í einari broytingartilgongd, og tann, ið settur verður, má vera sinnaður at
luttaka virkin í hesi tilgongd umframt tola broytingar í starvinum.



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER