P/F Frost søkir tveir lærlingar
P/F FROST

Ert tú ágrýtin, hevur áræði, og hevur hug og hegni at arbeiða við handaligum arbeiði, so ert tú kanska tann, sum vit leita eftir.

P/F Frost søkir eftir tveimum dugnaligum og álítandi lærlingum. Ein lærling innan el, og ein lærling innan køliteknik.

P/F Frost er eitt virki, sum tænir bæði fiski- og alivinnuni, byggi- og flutningsvinnuni og tænastuvinnuni. Virksemið hjá P/F Frost fevnir um alt frá smærri umvælingum til veitan av heildarloysnum innan øll sløg av køli-, frysti- og klimaskipanum.

Læruplássið sum elektrikari

Lærutíðin er 4 ár, men kann styttast, um tú hevur tikið SIT ella líknandi skúlaskeið.

Skúlagongdin er í Føroyum.

 

Læruplássið sum køliteknikari

Lærutíðin er 4 ár. Skúlagongdin er í Danmark.

Førleikakrøv 

Vit vænta at umsøkjarin 

  • Er skipað(ur), sjálvstøðug(ur) og tekur ábyrgd 
  • Megnar at hava nógvar bóltar í luftini í senn 
  • Er opin, fyrikomandi og dugir væl at samskifta 
  • Hevur koyrikort til persónbil

Vit kunnu bjóða

  • Eitt spennandi arbeiðspláss í stórari menning
  • Skipaða upplæring
  • Nógvar og fjølbroyttar uppgávur
  • Góðar arbeiðsumstøður

Vilt tú vita meira, so ert tú vælkomin at spyrja okkum. Umsóknir og spurningar um læruplássini skulu sendast til frost@frost.fo. Tú kanst eisini spyrja teg fyri á tel. 311124.

Umsóknarfreist 31.08.18



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER