FK søkir fólk til handilin í miðbýnum í Havn
LVAÁ FØROYA KEYPSSAMTØKA - TÓRSHAVN

Vit leita eftir einum fyrikomandi og røskum starvsfelaga til fyrifallandi arbeiði í handilinum.

Arbeiðsuppgávurnar eru fjølbroyttar og fevna m.a. um kassaavgreiðslu, pakking, uppfylling av vørum, vørukoyring og annað fyrifallandi arbeiði.

Eingi krøv eru til útbúgving, men til starvið ímynda vit okkum ein fyrikomandi, álítandi og tænastusinnaðan persón.

Talan er um fulltíðarstarv, 40 tímar, gerandisdagar og 3. hvønn leygardag. Løn sambært Sáttmála við S&K.

Nærri fæst at vita við at venda sær til Boga Vík, tel 660010 ella 228222

Hevur hettar tín áhuga, hoyra  vit fegin frá tær við skrivligari umsókn innan leygardagin 25. August 2018 til

 

FK í Dr. Jacobsensgøtu

Dr. Jacobsensgøta 4

Postmoga 349

Fo – 110 Tórshavn

Att: Bogi Vík

Ella bv@fk.fo    



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER