Løgfrøðingur til starvsfólkaøkið (longd freist)
TÓRSHAVNAR KOMMUNA

Tórshavnar kommuna sóknast eftir løgfrøðingi til starvsfólkaøkið til setan skjótast tilber.

Tórshavnar kommuna er eitt av størstu arbeiðsplássum í landinum, ið tilsamans telur ein starvsfólkahóp á áleið 2000 fólk. Dagligu avbjóðingarnar innan starvsfólkaøkið eru sostatt nógvar og fjøltáttaðar, og leita vit tí eftir einum løgfrøðingi við hollum royndum innan starvsfólka- og fyrisitingarrætt.

Vit bjóða
Eitt fjølbroytt, avbjóðandi og spennandi starv á einum stórum og dynamiskum arbeiðsplássi, har eingin dagur er líka. Starvið er skipað í miðfyrisitingini við starvsstaði á starvsfólkadeildini og tilvísing til deildarleiðaran á starvsfólkadeildini.

Um starvið
Dagligu uppávurnar fevna m.a. um málsviðgerð í starvsfólkamálum, ráðgeving og sparring bæði innanhýsis í kommunalu umsitingini, í mun til deildarleiðarar, stjórn og starvsfólk innan lønarøkið, eins og decentralt við stovnsleiðarar. Harumframt er samskifti við uttanhýsis aktørar, herundir t.d. fakfeløg og advokatar, partur av dagligu uppgávunum.

Á starvsfólkadeildini starvast 10 fólk, hvørs starvsøki m.a. fevna um ymiskar tættir innan lønaravgreiðslu, menning og implementering av lønar- og HR-skipanum, málsviðgerð og løgfrøðiliga ráðgeving, umframt ráðgeving innan HR.

Vit vænta
At tú hevur løgfrøðiligt embætisprógv, og hollar royndir við málsviðgerð og ráðgeving innan  starvsfólka- og fyrisitingarrætt, t.d. frá landsumsitingini, umframt kunnleika til persónsupplýsingarrættin.

Umframt hetta dugir tú:

  • at viðgera mál á fakliga høgum støði
  • at samskifta og samstarva við aðrar fakbólkar
  • at arbeiða skipað og sjálvstøðugt
  • at orða teg væl og greitt á føroyskum, bæði munnliga og skrivliga

Lønar- og setanartreytir
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Búskapar-og Løgfrøðingafelag Føroya og Fíggjarmálaráðið.

Meiri fæst at vita um starvið við at seta seg í samband við Elsu Jóhonnu Høgenni, starvsfólkaleiðara á tel 214562 ella á elsah@torshavn.fo.

Umsókn við CV, avriti av prógvi og møguligum øðrum viðkomandi skjølum skal sendast til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 20. august 2018

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER