Skrivstovufólk til Bókhaldið
P/F J. & K. PETERSEN CONTRACTORS

Í samband við økt virksemi í felagnum, søkja vit eftir einum dugnaligum og fyrikomandi skrivstovufólki.

Um starvið

Arbeiðsuppgávurnar fevna um alt vanligt bókhaldsarbeiði.

Dentur verður lagdur á

  • Góðan telduførleika. Her verður serliga hugsað um kunnleika til Navition
  • Kunnleika til Løttløn, men tað er ikki ein treyt
  • Góð skipanarevni, gott yvirlit og førleika til sjálvstøðugt at leggja arbeiðsuppgávur til rættis
  • Tú ert tænastusinnað/ur og tolir skiftandi arbeiðsuppgávur
  • Jaligt sinni og ágrýtin
  • At tú ert fyrikomandi

Vit bjóða

  • Eitt áhugavert arbeiðsøki, í einum vælvirkandi toymi, við góðum starvsfeløgum
  • Møguleikar fyri fakligari menning

Útbúgvingar- og førleikakrøv

  • Útbúgving innan skrivstovuyrkið ella samsvarandi útbúgving

Setanar- og lønarviðurskifti
Talan er um fulltíðarstarv.

Lønar og setanarviðurskifti eru sambært sáttmálanum ímillum S&K og Føroya Arbeiðsgervarafelag.

Um tú hevur spurningar til starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Per Kallsberg, fíggjarleiðara, á telefon 585008, ella at skriva til per@jkp.fo.

Umsókn
Umsókn við lívsrensli og viðkomandi prógvum skulu sendast til: starv@jkp.fo í seinasta lagi týsdagin 28. august 2018.

Ætlanin er at seta starvið sum skjótast, ella eftir nærri avtalu.


Um J & K Petersen
J & K Petersen er eitt entreprenørfelag stovnað í 1975, og er millum elstu og størstu entreprenørfyritøkur í landinum. Umframt bygnings- og havnaarbeiði fæst fyritøkan við jørð- og betongarbeiði. Umleið 200 fólk starvast í fyritøkuni.

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER