Sp/f Verkon sóknast eftir fólki at byrja í starvi skjótast gjørligt.
SP/F VERKON

Ynskiligt er, at viðkomandi hevur royndir innan eitt ella fleiri av niðanfyri standandi:

  • Maskingrevstur
  • Lastbilakoyring (møguligt kranaloyvi)
  • Jørðarbeiði

Tað væntast, at viðkomandi er ágrýtin og sjálvstøðug/ur.

Starvið fevnir um alt vanligt jørðarbeiði, bæði við amboðum og handakraft, so sum: grevstur, lessing, rørleggjan, leggja kantsteinar osv.

Løn sambært avtalu.

Umsókn við CV skal sendast á teldupost: lars_a@live.dk ella kann ringjast til Lars á tel. 589090, í seinasta lagi 20. August 2018  

Um Verkon

Verkon varð sett á stovn av Lars úr Dalinum í 2007.

Arbeitt hevur verið við:

  • sjálvstøðugum uppgávum
  • sum undirveitari fyri størri fyritøku
  • í samstarvi við aðrar fyritøkur um størri arbeiðir

Verkon hevur heimstað í Lamba, og flestu arbeiðir eru í Eysturoynni.

 

 

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER