FK Hoyvík søkir fólk til handilin
LVAÁ FØROYA KEYPSSAMTØKA - HOYVÍK

Vit leita eftir einum fyrikomandi starvsfelaga til at sita við kassan í FK í Hoyvík.

Eingi krøv eru til útbúgving, men til starvið ímynda vit okkum ein fyrikomandi, álítandi og tænastusinnaðan persón.

Talan er um starv 30 tímar um vikuna, arbeiðstíðin er  8.45-16 .00 frá mánadegi til fríggjadag. Løn sambært sáttmála við S&K.

Meira kunning um starvið fæst við at venda sær til deildarstjóra, Bent Lundsgaard tlf 214016 ella  660051

Umsókn skal verða okkum í hendi í seinasta lagi 20. august

FK Hoyvik
Att. Bent Lundsgaard
bl@fk.fo

Brekkutún 9
Boks 349
FO-188 Hoyvik
 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER