Trukkførarar til Samskip Árstíðin
P/F SAMSKIP

Trukkførarar til Samskip Árstíðin, tá ið vit ofta mangla trukkførarar í samband við lossingar og avskipingar á frostgoymsluni hjá Samskip í Kollafirði, er við at byrja.

Tað verður arbeitt allar tíðir á døgninum
– ofta í 12 tímars vaktum
– bæði gerandisdagar og í vikuskiftunum.

Vinarliga boða okkum frá, um tú hevur hug til at taka nakrar vaktir her hjá okkum, og eisini nær tað liggur fyri.

Hetta er ikki eitt fast arbeiði, men talan kann gerast um nógvar arbeiðstímar, um hugurin er til tað, og kanska serliga, um tað liggur fyri, at arbeiða vanligar gerandisdagar frá 0800-1600.

Trukkloyvi er eitt krav!

Skriva til coldstore.fo@samskip.com.

Eru spurningar um arbeiðið, eru tit vælkomin at ringja til vakthavandi formann á 238840. 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER