Starvsfólk at arbeiða í stuðulstoymi í Tórshavn
ALMANNAVERKIÐ

Almannaverkið søkir eftir fólki at starvast í stuðulstoymi í Tórshavn. Vit søkja eftir starvsfólki, sum vilja vera við at skapa ein innihaldsríkan gerandisdag fyri borgara í Eind 7 í Trivnaðardeplinum.

Um starvið
Talan er um eitt starv á 30 tímar um vikuna at byrja skjótast gjørligt. Arbeitt verður í skiftandi vaktum, tað vil siga, dag-, kvøld-, náttar- og vikuskiftisvaktum.

Harafturat verður søkt eftir einum avloysara til at avloysa, tá tørvur er á tí.

Førleikar
Ynskiligt er, at umsøkjarar hava brennandi áhuga fyri serøkinum og hava viðkomandi royndir. Vit vænta eldhugaðar umsøkjarar, sum eru væl fyri sálarliga, likamliga og fakliga. Neyðugt er at hava koyrikort til bil og vanligar KT-førleikar. Útbúgving sum heilsuhjálpari kann vera ein fyrimunur.

Uppgávur í stuðulstoyminum
Uppgávan er at samstarva við borgara, ið hevur serligan tørv og krevur hjálp og hjáveru alt døgnið. Uppgávan er at  veita persónliga røkt saman við heimahjálp og varða av andingartóli, sum borgarin nýtir ein part av døgninum.

Harafturat er uppgávan, saman við borgaranum at skapa ein innihaldsríkan dag og stuðla honum at liva eitt sjálvstøðugt lív.

Um Eind 7
Eind 7 veitir tænastu til børn og vaksin við fjølbreki v.m. í Suðurstreymoy og Sandoy. Í Eind 7 er Fjølbrekatoymið Smæran í Tórshavn, Virknis- og umlættingardepilin á Sandi, Sambýlið Eirargarður í Tórshavn, umframt náttarvaktartoymir og stuðulstoymir í heimunum hjá borgarum.

Setanar- og lønarviðurskifti
Setanarøkið er Almannaverkið og tænastan er í Eind 7 í Trivnaðardeplinum. Starvsfólk mugu tola broytingar og umskipanir í starvinum. Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag ella Heilsuhjálpara-felag Føroya.

Umsókn
Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, cv, viðmælum v.m. skal sendast til starv@av.fo ella til Almannaverkið, Staravegur 18, Postsmoga 3096, 110 Tórshavn. Viðmerkjast skal “Umsókn stuðulstoymið - Eind 7”.

Freist
Umsóknir skulu vera Almannaverkinum í hendi í seinasta lagi 20.08.2018 kl. 12.00.

Fleiri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til Barbaru S. Berg, eindarleiðara, á tlf. 297422 ella Jóhonnu Jancyardóttir, tlf. 297989.



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER