Námsfrøðingar og sjúkrarøktarfrøðingur til barnaverndarøkið í Almannaverkinum
ALMANNAVERKIÐ

Almannaverkið sóknast eftir 3 námsfrøðingum og 1 sjúkrarøktarfrøðingi til Eind 10 – Barnavernd. Talan er um fulltíðarstørv, har arbeitt verður skiftandi arbeiðstíðir, alt samdøgrið alt árið. Størvini verða at seta skjótast gjørligt.

Arbeiðsuppgávur
Vit gera námsfrøðiligar kanningar, lýsa støðuna hjá børnum, ungum og familjum og vit gera tilmæli um, hvørji tiltøk skulu setast í verk, til tess at einstaklingurin fær bestu menningarmøguleikar. Okkara fakliga fatan hellir seg at neuroaffektivari heilabúning, og vit arbeiða støðugt við at laga okkara sosialnámsfrøðiliga viðgerðarumhvørvi tætt at hesi fakligu fatan.

Førleikakrøv
Prógv sum námsfrøðingur, við royndum innan barnaverndararbeiði.

Prógv sum sjúkrarøktarfrøðingur, við royndum innan psykiatriska øki.

Fjølbroytt og avbjóðandi arbeiðsumhvørvið
Vit ynskja umsøkjarar, sum kunnu arbeiða málrættað við øllum arbeiðsuppgávum. Endamálið er, at vit saman, megna at skapa eitt sosialnámsfrøðiligt viðgerðarumhvørvi, har børn, ung og familjur fáa teir menningarmøguleikar teimum tørvar, til tess at skapa sær lívskor, sum krevjast til kropsligu, sálarligu og sosialu menningina hjá hvørjum einstøkum.

Vit vænta at tú:

  • bæði sjálvstøðugt og í bólki megnar at skipa sosialnámsfrøðiliga og praktiska arbeiðið á arbeiðsplássinum
  • vilt førleikamenna teg og miðla tína fakligu vitan víðari til einstakligar og til bólkar
  • ert fakliga, sálarliga og likamliga væl fyri
  • megnar at skipa títt arbeiði og halda fakligt fokus, eisini tá hart leikar á
  • megnar javnvágina í góðum samstarvi og at taka ábyrgd fyri egnum arbeiði
  • átekur tær at fylgja reglum um skjalafestan og hevur kt-førleika á brúkarastøði

Eind 10 - Barnavernd
Eind 10 í Almannaverkinum er partur av Trivnaðardeplinum og er bú- og viðgerðar stovnur, ið virkar samsvarandi barnaverndarlógini. Vit arbeiða eftir uppgávum, sum Barnaverndartænastan bíleggur frá okkum. Vit hava skipað okkum við eini Móttøkudeild, Familjudeild og trimum traditionellum bú- og viðgerðar stovnum. Í løtuni starvast 50 starvsfólk fast í eindini og hava hesi ymiskar eftirútbúgvingar, sum tæna sosialfakligu viðgerðini.

Setanar- og lønarviðurskifti
Setanarøkið er Almannaverkið. Tænastan í løtuni er í Trivnaðardeplinum Eind 10. Tey, ið sett verða, mugu kunna tola broytingar í starvinum, og at hetta kann vera umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.

Setanar- og lønarviðurskiftini eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og ávikavist Føroya Pedagogfelag ella Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Umsókn
Hevur tú hug og áræði, so send eina umsókn saman við CV, prógvum og møguligum viðmælum  við telduposti til starv@av.fo. Vinarliga merkið teldupostin “Umsókn Eind 10”.

Til ber eisini at senda umsókn sum bræv til Almannaverkið, Staravegur 18, Postsmoga 3096, 110 Tórshavn. Vinarliga merkið brævbjálvan “Umsókn Eind 10”

Freist
Umsóknir skulu vera Almannaverkinum í hendi í seinasta lagi 22. august 2018 kl. 12:00.

Fleiri upplýsingar um starvið, fáast við at venda sær til Hildur Hermansen, eindarleiðara á tlf. 297430, ella  Harriet Eyð Durhuus, leiðara á tlf. 297436.



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER