Dagrøktin á Viðareiði søkir eftir reingerðarfólki.
VIÐAREIÐIS KOMMUNA

Søkt verður eftir einum reingerðafólk fyri reingerðafólk í farloyvi, 9 tímar tímar um vikuna til reingerð í spælistovuni hjá dagrøktini. Farloyvistarvið verður at byrja 4. Sept. 2018. Starvstíðin er fram til 30.aug. 2019.

Tíðirnar at gera reint í spælistovuni eru eftir kl.17.15, týsdag, hósdag og fríggjadag.

Tann, ið settur verður skal:

- vera ábyrgdafullur og kunna arbeiða sjálvstøðugt.
- vera álítandi og hava góð samstarvsevnir.
 

 Løn- og setanartreytir:
Setanarøkið er Viðareiðis kommuna. Tann, ið sett/settur verður, eigur at tola broytingar starvinum viðvíkjandi.
Starvið er lønt sambært sáttmála hjá Føroya Arbeiðarafelag.

Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 20. aug.2018 kl.12.00 saman við møguligum viðmælum. Meiri fæst at vita við at venda sær til leiðaran Dianu Borgnýardóttir á tel. 231084. 

Umsóknin skal sendast til: vid.dagroktin@kallnet.fo

 

 

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER