Handilslærlingur til Colorama á Hálsi
SP/F PROFA Á HÁLSI

Vit leita eftir einum handilslærlingi at byrja 1. september 2018

Um teg:

  • Tú hevur FHS-, students-, HF-, HT- ella HIF- ella HH-prógv
  • Tú hevur koyrikort
  • Tú dugir væl at samskifta á føroyskum, donskum og enskum
  • Tú ert fyrikomandi og íðin
  • Tú ert tænastusinnað/ur og dugur at arbeiða sjálvstøðugt
  • Tú ert skipað/ur og trívist við skiftandi arbeiðsuppgávum
  • Tú ynskir eitt fjølbroytt lærupláss

Colorama á Hálsi er ein fjølbroyttur handil, ið selur máling, gardinur og prýðislutir til heimið.

Vit leggja stóran dent á at veita kundum okkara eina dygdargóða tænastu innan øll hesi økið.

Sum lærlingur hjá okkum, kemur tú at arbeiða í øllum handlinum, tó í størri mun við máling og gardinum.

Í samband við gardinuppsetan kemur tú at arbeiða í tøttum samstarvi við kundan og ferðast runt landið.

Við FHS-prógvi er lærutíðin 3 ár, við students-, HF-, HT- ella HIF-prógvi er lærutíðin 2 1/2 ár og við HH-prógvi er lærutíðin 2 ár.

Umsóknin skal vera inni innan 20. august og kann sendast til torshavn@colorama.fo ella sendast vid post.



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER