Heilsutrygd søkir eftir tveimum sjúkrarøktarfrøðingum til kommunulæknaviðtalur í Eysturoynni at byrja 1. september 2018
HEILSUTRYGD

Størvini

  • Eitt starv á 29 tímar um vikuna sum sjúkrarøktarfrøðingur í viðtaluni í Gøtudali.
  • Eitt starv á 40 tímar um vikuna sum sjúkrarøktarfrøðingur í viðtaluni á Strondum. Talan er um eitt avloysarastarv fyri sjúkrarøktarfrøðing í farloyvi og er tað tíðaravmarkað til 31. desember 2018.

Tú ert sjúkrarøktarfrøðingur. Tær dámar væl at hava fleiri bóltar í luftini í senn og at arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur arbeiðsroyndir hjá kommunulækna ella líknandi. Royndir við talgildu heilsuskipanini er eisini ein fyrimunur.

Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir verða sambært sáttmálum millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Umsókn
Umsókn við prógvum, lívsgongdarlýsing og øðrum viðkomandi skjølum verður at senda til:

Heilsutrygd
Postsmoga 52
Klaksvíksvegur 7
FO-710 Klaksvík

ella til t-post: heilsutrygd@heilsutrygd.fo

Tað skal tilskilast í umsóknini, hvat starv søkt verður.

Tann, ið settur verður, má tola broytingar í starvinum.

Umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði og skulu umsóknir verða Heilsutrygd í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 3. august 2018 kl. 12:00.

Størvini verða sett 1. september ella eftir nærri avtalu.

Ynskir tú fleiri upplýsingar, kanst tú ringja til John D. Olsen, fulltrúa í Heilsutrygd, á tlf. 614010.

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER