10 starvsfólk til Teknisku deild
TÓRSHAVNAR KOMMUNA

10 starvsfólk til Teknisku deild

VIRKIN OG VAKIN

Vit vilja, at høvuðsstaðurin er effektivur og framtakshugaður, við skjótari og góðari tænastu til borgarar og vinnu.

Vit søkja eftir 10 røskum starvsfólkum til Teknisku deild hjá Tórshavnar kommunu.

Á Teknisku deild tørvar okkum røsk og dugnalig starvsfólk at røkja uppgávur sum teknikari, arbeiðsfólk og handverkarar.

Á Teknisku deild starvast í løtuni umleið 80 fólk, har av 13 teirra í umsitingini.
Deildin umsitur hesi økir: Vegakervi, vatnveiting, veitir, áir, yvirflatuvatn, kloakkir, kavarudding, ferðslu, bussleið, gøtuljós, reinhald, asfalt, smiðju og verkstað.

 

Søkt verður eftir fólki til hesar eindir:

 

• 

Skrásetingarliðið

Snarliðið

Entreprenørliðið

Asfaltliðið

Reinhaldið

Vatnverkið

Verkstaðið

 

EITT FÓLK TIL SKRÁSETINGARLIÐIÐ
Søkt verður eftir einum fólki við førleikum og/ella royndum innan uppmáting og avseting, til at gera uppmátingar og leggja inn dátur í okkara GIS-skipan.

Tú skal luttaka í áhaldandi arbeiðinum at skráseta kloakkirnar, gera støðulýsingar av hesum, her undir skráseting við sjónvarpskaga. Tað er ein fyrimunur um tú kanst gera uppmátingar í sambandi við grevstrararbeiðir, av nýggjum og verandi leiðingum og kanst seta av. Tú hevur gjarna vitan og royndir við vanligum uppmátingar- og avsetingartólum, og er før/ur fyri at leggja inn og taka út dátur úr telduskipan.


Førleikakrøv og persónligir eginleikar
Tú skal kunna samskifta við viðskiftafólk, tí seta vit prís upp á góðar samskiftisførleikar.

Tit eru tvey starvsfólk á skrásetingarliðinum, sum loysa onkrar uppgávur saman og aðrar hvør í sær, tað er tí umráðandi at tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum.

Hevur tú aðrar áhugar, førleikar ella royndir innan økið, umframt vilja og evni at royna nakað annað og nýtt, eru vit eini sinnaði at tillaga starvið og at menna tínar førleikar. Tú skal hava koyrikort til persónbil.


Setanarviðurskifti
Starvið er fastlønt fulltíðarstarv og verður lønt sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag. tó eftir lønarrammuni hjá Starvsmannafelagnum, Havnar Handverkarafelag ella Havnar Arbeiðarafelag.

Meir fæst at vita
Vilt tú vita meiri um starvið, kanst tú venda tær til Maritu S. Hentze á tlf. 229606 ella telduposti maritah@torshavn.fo

 

EITT FÓLK TIL SNARLIÐIÐ
Uppgávurnar eru smærri átrokandi og bráðfeingis uppgávur av øllum handa slag. Tú myndar kommununa úteftir, og má tí vera fyrikomandi og duga at samskifta við borgarar um at finna loysnir.

Førleikakrøv og persónligir eginleikar
Okkum tørvar ein handverkara ella arbeiðsmann sum er fleksibul, sum dugur at loysa uppgávur sjálvstøðugt, dugir at finna loysnir og sum eisini dugir at síggja hvar tørvur er á ábótum. Tú skal hava koyrikort til persónbil.

Á Snarliðinum vera tit tvey starvsfólk.

Setanarviðurskifti
Starvið er tímalønt fultíðarstarv og verður lønt sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag

Meir fæst at vita
Vilt tú vita meiri um starvið, kanst tú venda tær til Líggjas Høgnesen á tlf. 217135 á telduposti líggjas@torshavn.fo

 

ARBEIÐSFÓLK / LASTBILFØRARI TIL ENTREPRENØRLIÐIÐ
Arbeiðstoymið, sum tú kemur at vera partur av, tekur sær av vanligum viðlíkahaldsarbeiðum sum t.d. kantsteinsarbeiði og kloakk- , rør- og grevstrararbeiði, ið deildin stendur fyri.


Førleikakrøv og persónligir eginleikar
Vit sóknast eftir fólki, sum er álítandi og hevur góð samstarvsevni, og sum eru arbeiðssamt, framsøkið og íðið og dugur væl at taka ábyrgd fyri teimum uppgávum, sum verða gjørdar saman við starvsfeløgunum á deildini. Tað hevur eisini týdning, at tú hevur sjálvstøðugt arbeiðslag. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur førleikar og royndir innan søkta arbeiðið umframt at koyra lastbil og arbeiða við gravmaskinu.

Setanarviðurskifti
Starvið er tímalønt fultíðarstarv og verður lønt sambært sáttmála við Havnar Arbeiðarafelag.

Meir fæst at vita
Vilt tú vita meiri um størvini, kanst tú venda tær til Hans Nielsen á tlf. 217877 á telduposti hans@torshavn.fo

 

 

AREIÐSFORMAÐUR TIL ENTREPRENØRLIÐIÐ
Søkt verður eftir einum formanni til entreprenørliðið undir Teknisku deild at byrja skjótast til ber.

Arbeiðið fevnir um
Arbeiðstoymið, sum tú kemur at hava ábyrgdina av, tekur sær av vanligum viðlíkahaldsarbeiðum sum t.d. kantsteinsarbeiði og kloakk- , rør- og grevstrararbeiði, ið deildin stendur fyri. Títt arbeiði er, saman við umsitingini, at samskipa arbeiðið í markini.

Førleikakrøv og persónligir eginleikar
Vit sóknast eftir fólki við góðum leiðslueginleikium, er álítandi og hevur góð samstarvsevni, er arbeiðssamt, framsøkið og íðið og dugur væl at taka ábyrgd fyri teimum uppgávum, sum hesin fær litið í hendi. Tað hevur eisini týdning, at tú hevur sjálvstøðugt arbeiðslag. Neyðugt er at hava koyrikort til persónbil. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur førleikar og royndir innan søkta arbeiðið, umframt at koyra lastbil og arbeiða við gravmaskinu.

Setanarviðurskifti
Starvið er tímalønt fultíðarstarv og verður lønt sambært sáttmála við Havnar Arbeiðarafelag.

Meir fæst at vita
Vilt tú vita meiri um størvini, kanst tú venda tær til Hans Nielsen á tlf. 217877 á telduposti hans@torshavn.fo

 

 

TVEY ARBEIÐSFÓLK TIL ASFALTLIÐIÐ
Tórshavnar kommuna hevur tvey asfaltlið, eitt til smærri asfaltarbeiði og ábøtur, umframt eitt til størri asfaltarbeiði á kommunalum vegum og økjum.

Nakað av arbeiðinum má gerast tá ið ferðslan er lítil, og má tí roknast við at nakað av arbeiðið skal gerast uttan fyri vanliga arbeiðstíð.

Fólk á asfaltliðinum er eisini partur av vetrarhaldinum í kommununi, serliga við kavagrevstri og salting av kommunalu vegunum. Tað er ein fyrimunur at tú hevur koyrikort til lastbil og kanst koyra maskinu. Roknast kann tí við at vera í vaktarskipan, at rudda fyri kava og at salta fyri hálku. Hetta hevur við sær bæði drúgvar og skeivar arbeiðsdagar, eisini á vetrartíð tá ið hált og kavi er.


Førleikakrøv og persónligir eginleikar
Vit sóknast eftir fólki, sum eru álítandi og hava góð samstarvsevni, og sum eru arbeiðssom, framsøkin og íðin og duga væl at taka ábyrgd fyri teimum uppgávum, sum verða gjørdar saman við starvsfeløgunum á deildini. Tað hevur eisini týdning, at tú hevur sjálvstøðugt arbeiðslag.

Setanarviðurskifti
Starvið er tímalønt fultíðarstarv og verður lønt sambært sáttmála við Havnar Arbeiðsmannafelag.

Meir fæst at vita
Vilt tú vita meiri um størvini, kanst tú venda tær til Sjúrð Engskær á tlf. 222526 á telduposti sjurdure@torshavn.fo

 

 

TVEY ARBEIÐSFÓLK TIL REINHALDIÐ
Arbeiðið hjá reinhaldinum umfatar reinhald kring allan býin, herundir tøming av vegristum, ruskspannum, áarinntøkum o.l .

Arbeiðið umfatar eisini vetrarhald, sum er kavarudding og salting av gongubreytum, umframt annað sum er knýtta at vetarhaldinum. Roknast má tí við at vera partur av vaktarskipan í sambandi við vetrarhaldið og arbeiða bæði drúgvar og skeivar arbeiðsdagar á vetrartíð, tá ið hált og kavi er. Í sambandi við reinhaldið kann eisini roknast við nakað at skeivum arbeiðstíðum, at rudda leygar- og sunnumorgnar, og tá ið tiltøk annars hava veri í býnum.


Førleikakrøv og persónligir eginleikar
Í stóran mun verður arbeiðið gjørt við maskinum og er tað ein fyrimunur um umsøkjarar hava stóra koyrikortið og kann koyra maskinu. Vit sóknast eftir fólki, sum eru álítandi og hava góð samstarvsevni, og sum eru arbeiðssom, framsøkin og íðin og duga væl at taka ábyrgd fyri teimum uppgávum, sum verða gjørdar saman við starvsfeløgunum á deildini. Tað hevur eisini týdning, at tú hevur sjálvstøðugt arbeiðslag.

Setanarviðurskifti
Starvið er tímalønt fulltíðarstarv og verður lønt sambært sáttmála við Havnar Arbeiðarafelag.

Meir fæst at vita
Vilt tú vita meiri um størvini, kanst tú venda tær til Sjúrð Engskær á tlf. 222526 á telduposti sjurdure@torshavn.fo

 

EITT ARBEIÐSFÓLK TIL VATNVERKIÐ
Vatnverkið arbeiðið støðugt við at útbyggja, viðlíkahalda og reka vatnveitingina, og soleiðis veita øllum borgarum og vinnulív fyrsta floks drekkivatn. Okkum tørvar eitt arbeiðsfólk til annað av okkara liðum.

Førleikakrøv og persónligir eginleikar
Vit sóknast eftir fólki, sum eru álítandi og hevur góð samstarvsevni, og sum eru arbeiðssamt, framsøkið og íðið og dugur væl at taka ábyrgd fyri teimum uppgávum, sum verða gjørdar saman við starvsfeløgunum á deildini. Tað hevur eisini týdning, at tú hevur sjálvstøðugt arbeiðslag. Í stóran mun verður arbeiðið gjørt við maskinum og er tað ein fyrimunur um umsøkjarar hava stóra koyrikortið og kann koyra maskinu.

Setanarviðurskifti
Starvið er tímalønt fultíðarstarv og verður lønt sambært sáttmála við Havnar Arbeiðarafelag.

Meir fæst at vita
Vilt tú vita meiri um størvini, kanst tú venda tær til Viggo Christiansen á tlf. 214015 á telduposti viggo@torshavn.fo

 

FAST LØNTUR BILMEKANIKARI TIL VERKSTAÐIÐ
Verkstað hevur um hendi umsiting, innkeyp og røkt av amboðum, maskinum og bilum hjá Tórshavnar kommunu. Tit eru 6 mekanikarar og smiðjur á verkstaði og í smiðjuni sum er á Hjalla.

Førleikakrøv og persónligir eginleikar
Vit sóknast eftir bilmekanikara, sum eru álítandi og hevur góð samstarvsevni, og sum eru arbeiðssamur, framsøkin og íðin og dugur væl at taka ábyrgd fyri teimum uppgávum, sum verða gjørdar saman við starvsfeløgunum á verkstaðnum. Tað hevur eisini týdning, at tú hevur sjálvstøðugt arbeiðslag.

Setanarviðurskifti
Starvið er fastlønt fulltíðarstarv og verður lønt sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.

Meir fæst at vita
Vilt tú vita meiri um starvið, kanst tú venda tær til Atla Simonsen á tlf. 292105 á telduposti atlis@torshavn.fo

 

UMSÓKNIR
Allar umsóknir skulu sendast til: torshavn@torshavn.fo

Viðmerk á umsóknina: Starvsfólk til „starvið ið søkt verður um“.

FREIST
Umsókn skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 27. august 2018.

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER