Savnslærari til Tjóðsavnið
TJÓÐSAVNIÐ

Savnslærari til Tjóðsavnið
Tjóðsavnið søkir eftir savnslærara at seta í starv 1. oktober 2018 ella skjótast gjørligt eftir tað. Talan er um eitt spennandi og sjálvstøðugt starv við nógvum og gevandi avbjóðingum. Hetta er eitt samansett starv, har høvuðsuppgávan er at miðla framsýningar okkara til børn, ung og vaksin bæði úr Føroyum og útlondum, og virkin at taka lut í framsýningartoyminum á savninum.

Uppgávur
Høvuðsuppgávurnar hjá savnslæraranum eru:

  • at taka ímóti bólkum av vitjandi t.d. skúlaflokkum, barnagørðum, miðnámskúlum, útlendingum o.s.fr.
  • at framleiða undirvísingartilfar
  • at verða við til at menna framsýningar Tjóðsavnsins
  • at hjálpa til at seta framsýningar upp
  • at framleiða tekstir

Vit vænta, at tú hevur:

  • læraraútbúgving
  • góðan málsligan førleika, serliga í føroyskum, donskum og enskum
  • góðan kunnleika og áhuga fyri føroyskari søgu, mentan og náttúru
  • góð samstarvsevni og at tú ert ágrýtin
  • góð evni at arbeiða við fjølbroyttum uppgávum

Lønar- og setanartreytir
Starvið verður sett og lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafeag.

Vit kunnu bjóða
Eitt sera fjøltáttað og spennandi starv við nógvum avbjóðingum har samstarvað verður við øll starvsfólk stovnsins. Tann, ið settur verður, skal kunna arbeiða sjálvstøðugt við egnum hugskotum, eins og við bundnum uppgávum.

Fleiri upplýsingar
Umsøkjarar kunnu seta seg í samband við Herleif Hammer, stjóra á Tjóðsavninum, tlf. 340500 ella herleifh@savn.fo, fyri at fáa meira at vita um starvið.

Umsóknir
Umsóknir við avritum av prógvum, CV og viðkomandi skjølum skulu sendast til:

Tjóðsavnið
Postrúm 1155
110 Tórshavn,
ella til savn@savn.fo

Umsóknir skulu vera Tjóðsavninum í hendi í seinasta lagi mánadagin 27. august 2018.



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER