Fimm spennandi størv á TAKS
TAKS

Vit sóknast eftir fimm nýggjum starvsfelagum við ymiskum fakligum førleikum.

Tvey skattafólk til virkiseftirlitið
Vit hava tørv á tveimum fólkum við førleikum og royndum at gera serliga samansett virkiseftirlit. Dámar tær at lesa roknskap og tøl? Hevur tú royndir at greina fyritøkur við atliti at skattligum viðurskiftum og grannskoðan? So er tað kanska júst tær, vit leita eftir.

Enskt týðara
TAKS vil styrkja um tænastur sínar til tilflytarar í Føroyum. Nakrar av nettænastum okkara skulu tí týðast til enskt. Fyrst og fremst partar av Borgaraglugganum og Vinnuglugganum, sum eru sjálvgreiðslur stovnsins. Heimasíðurnar taks.fo og barsil.fo hoyra eisini til arbeiðið. Vit søkja í hesum sambandi eftir einum fólki, sum dugir væl at týða úr føroyskum til enskt.

KT- verkætlanarleiðara
Okkum tørvar ein royndan verkætlanarleiðara at stýra KT-verkætlanum hjá stovninum og samskipa samstarvið við ymiskar áhugabólkar í hesum sambandi. Uppgávurnar fevna eisini um at ráðgeva leiðsluni á KT-økinum og at lýsa og betra arbeiðsgongdir.

Processfólk at skjalfesta virkisgongdir
Vit hava eitt ótal av virkisgongdum, summar eru skjalfestar, meðan aðrar enn eru óskrivaðar. Nú ynskja vit at skjalfesta og savna saman allar virkisgongdirnar, og til hetta tørvar okkum eitt starvsfólk, sum burtur av arbeiðir við hesum. 

Tú kanst lesa meira um størvini á taks.fo, og tú søkir eisini tann vegin. Freistin at søkja er 20. august 2018 á midnátt.

Leinkið til taks.fo er hetta: https://www.taks.fo/fo/taks/storv/storv/



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER