Vikarstarv sum laborantur á Fróðskaparsetrinum
FRÓÐSKAPARSETUR FØROYA

Søkt verður eftir vikari frá 1. oktober 2018 til 1. september 2019 fyri laborant í farloyvi.

Starvið

Starvið er fulltíðar starv á Náttúruvísindadeildini, og fevnir m.a. um:

  • Stuðulsvirksemi í samband við starvsstovuskeið og vegleiðing av studentum og øðrum starvsstovubrúkarum.
  • Luttøku í granskingarverkætlanum
  • Starvsstovuarbeiði, so sum evna-, alis- og lívfrøðiligar analysur 
  • Viðlíkahald av starvsstovutólum
  • Heintan og fyrireiking av sýnum til kanningar

Náttúruvísindadeildin hevur mesta av sínum virksemi í nýggjum hølum í Sjóvinnuhúsinum í Tórshavn. Starvstovuvirksemi er tó eisini staðsett aðrastaðni, m.a. á granskingarsetrinum iNOVA í Tórshavn.

Lønin er sbrt sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.

Førleikar

Vit vænta at tú:

  • hevur útbúgving sum laboratoriu­teknikari, laborantur ella aðra viðkomandi útbúgving
  • hevur viðkomandi starvsroyndir
  • er opin fyri førleikamenning
  • ert røkin og megnar at arbeiða sjálvstøðugt og neyvt
  • hevur góð samskiftis- og samstarvsevni
  • hevur kunnleika til vanlig telduforrit
  • dugur at samskifta á skandinaviskum og enskum

Tað er ein stórur fyrimunur, um tú hevur royndir við at luttaka í tilrættislegging av undirvísing í starvsstovu, tí hetta er týðandi partur í arbeiðinum. Tað er somuleiðis ein fyri­munur, um tú hevur royndir við at arbeiða við DNA/RNA (PCR, DNA sekventering), massaspektrometri og øðrum viðkomandi starvsstovuhættum (t.d. elektroforesu). Náttúruvísindadeildin arbeiðir bæði í gransking og undirvísing við at menna nútíðar sekventeringshættir og bioinformatiskar analysur, og tú fert eisini at luttaka í hesum arbeiðinum.

Umsóknin

Umsóknir, við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum, skulu sendast við telduposti til umsokn@setur.fo við viðmerkingini “Laborantstarv-vikar”. Umsóknarfreistin er mánadagin 20. august 2018.

 

Nærri upplýsingar

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Svein-Ole Mikalsen á teldupostadressu sveinom@setur.fo við evninum “Laborantstarv-vikar” ella á tel. 292556. Upplýsingar um Fróðskaparsetur Føroya eru at finna á www.setur.fo

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER