Stjóri til Visit Tórshavn
KUNNINGARSTOVAN

Virksemi og endamálið hjá Visit Tórshavn

Visit Tórshavn virkar fyri miðsavnan og útgávu av upplýsingum um býin og virksemi í býnum til borgararnar og ferðafólk. Visit Tórshavn virkar eisini fyri at skapa áhuga fyri Tórshavn, stuðla handil, íðnaði og mentan í býnum. Soleiðis virkar Visit Tórshavn fyri, at býurin og lívið í býnum er áhugavert og spennandi fyri øll ið vitja kommununa.

Starvið sum stjóri á Visit Tórshavn

Starvið, sum stjóri á Visit Tórshavn, er bæði áhugavert og krevjandi. Fremsta uppgávan er at leiða Visit Tórshavn toymið og at tryggja framhaldandi menning av felagnum og teimum tænastum, ið verða veittar borgarum, ferðafólki og handilsvinnuni í býnum, innanfyri ásettu fíggjarkarmar.

Visit Tórshavn húsast í Steinatúni og dagliga starvast 5 dugnalig og framfýsin starvsfólk í felagnum.

Starvið, sum stjóri á Visit Tórshavn, er eitt fulltíðarstarv og verður lønt sambært avtalu. Til tíðir krevst at arbeitt verður meira enn ásettu tíð, sostatt er neyðugt, at stjórin er fleksibul viðvíkjandi arbeiðstíð.

Førleikakrøv

Uppgávurnar hjá stjóranum eru fjøltáttaðar, og tískil verður væntað, at stjórin er arbeiðssom/samur, fleksibul og hevur gott innlit í bæði ferða- og handilsvinnu. Samstundis er týdningarmikið, at tú hevur royndir í hesum vinnum. Starvið krevur eisini, at tú hevur innlit í fíggjarstýring, og at tú dugir at leggja og stýra fíggjarætlanum.

Tað er eisini neyðugt, at tú hevur viðkomandi útbúgving innan ferðavinnu, tænastu, upplivingar ella líknandi. Samstundis er neyðugt, at tú hevur leiðslu royndir, og at tú dugir væl at samskifta á føroyskum, donskum og enskum. Tú mást eisini duga at røkja sambond og at samstarva við mynduleikar, vinnu og aðrar áhugapartar.

Setan av starvinum, umsóknarfreist v.m.

Umsóknarfreistin er 15. august 2018 og starvið verður sett skjótast tilber. Umsóknir skulu sendast til Visit Tórshavn, Postboks 379, 110 Tórshavn, att Henny á Líknargøtu ella til vtstarv@torshavn.fo. Um tú hevur spurningar, ert tú vælkomin at ringja til Henny á Líknargøtu, nevndarforkvinnu á tlf. 235900.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER