Umsjónarfólk til Tórshavn Kamping
KUNNINGARSTOVAN

Søkt verður eftir umsjónarfólki til at taka sær av kampingplássinum í Havn at byrja 1. mai 2018.

Arbeiðsuppgávurnar eru m.a. at:

  • skipa móttøkuna av húsvognum og tjøldum
  • taka ímóti og avgreiða gestir
  • hava ábyrgdina av at halda plássið og húsið ruddiligt og reint
  • aðrar fyrifallandi uppgávur

Vit vænta, at tú:

  • ert røkin og ábyrgdarfull/-ur
  • Dugir føroyskt, dansk og enskt í skrift og talu, fyrimunur er at duga týskt eisini.
  • Hevur telduførleika á brúkarastøði
  • ert sjálvstøðug/-ur og partvíst skipar tín egna arbeiðsdag

Talan er um eitt árstíðarbundið starv, frá apríl til oktobur. Roknast má við kvøldar- og vikuskiftisarbeiði.

Løn sambært avtalu.

Nærri upplýsingar kunnu fáast við at venda sær til Visit Tórshavn, T: 302425 @: torsinfo@torshavn.fo

Skrivlig umsókn skal vera Visit Tórshavn í hendi í seinasta lagi lygardagin 21. apríl kl. 2018

Umsóknir kunnu sendast til:

torsinfo@torshavn.fo

ella

Visit Tórshavn

Niels Finsensgøta 17

Boks 379

110 Tórshavn



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER