Eitt fólk til slaktaradeildina í Hoyvík
LVAÁ FØROYA KEYPSSAMTØKA - HOYVÍK

Er hugurin til mat og matgerð og eru nærlagni, tænastusinni og góðska hugtøk, ið eyðkenna teg?

Er svarið játtandi, hava vit tvey tøk størv í slaktaradeildini í Hoyvík.

Hevur tú royndir innan yrkið, er tað ein fyrimunur, men ikki nøkur treyt, tí vit læra teg upp frá     grundini. Arbeiðsplássið er í nýggju slaktaradeildini, ið eisini fevnir um stórkøk við øllum heintleikum.

Vit rokna við, at tú hevur eitt blítt og jaligt lyndi, og dugir at arbeiða skipað – bæði sjálvstøðugt og sum partur av einum toymi.

Tú dugir eisini at leggja viðskiftafólkinum lag á, soleiðis at tey fáa eina góða uppliving heim við sær til døgurðaborðið.

Starvið verður sett skjótast tilber, ella eftir nærri avtalu. Arbeiðstíðin er 28–30 tímar um

vikuna og vikuskiftisvakt triðja hvønn leygardag. Løn sambært sáttmála við S&K.

Hevur tú spurningar, ella vilt vita nærri um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Lars Hansen, slaktara, á tlf 281990 ella um teldupost slaktarin@fk.fo

Umsókn skal sendast:

FK Hoyvik

Att. Lars Hansen

Postboks 349

FO-188 Hoyvik



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER