Starvsfólk til Endurnýtsluna á Hjálla
TÓRSHAVNAR KOMMUNA

Kommunala Brennistøðin søkir eftir starvsfólki til Endurnýtsluna á Hjalla, ið er móttøkupláss fyri burturkast í Tórshavnar kommunu. 

HØVUÐSUPPGÁVUR
Arbeiðsuppgávurnar á Endurnýtsluni eru í høvuðsheitum:

  • Avgreiðsla, eftirlit og vegleiðing
  • Pakka / stápla burturkast, sum skal til serviðgerð ella endurnýtslu
  • Reinhald, røkt og annað fyrifallandi arbeiði
  • Harumframt kann roknast við øðrum uppgávum á stovninum eftir tørvi

FØRLEIKAR
Vit ynskja, at tú:

  • hevur viðkomandi arbeiðsroyndir
  • góðan telduførleika
  • dugir føroyskt og danskt í skrift og talu

Tað kann vera ein fyrimunur at hava útbúgving ella annan kunnleika innan vandamikil / evnafrøðilig evni. Um tú hevur stóra koyrikortið er tað eisini ein fyrimunur.

Av persónligum eginleikum ynskja vit, at tú ert tænastusinnað/ur, ágrýtin og røkin, og at tú ert fleksibul og kann arbeiða sjálvstøðugt.

SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið verður sett skjótast til ber, sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag. Arbeiðstíðin er umleið 40-50 tímar pr. viku samsvarandi vaktarlista og upplatingartíðunum á Endurnýtsluni. Roknast kann við at skula arbeiða annan til triðja hvønn leygardag.

MEIRA FÆST AT VITA
Meiri fæst at vita við at venda sær til Jóannes Guttesen, telefon 214134.

UMSÓKN
Skal sendast við telduposti til torshavn@torshavn.fo. Viðmerk „Starvsfólk til Endurnýtsluna“ í teldupostin. 

Umsóknarfreistin er mánadagin 30. apríl 2018.



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER