Kanningarfólk til Fiskaaling
P/F FISKAALING

 

 

Fiskaaling søkir eftir fólki við góðum lívfrøðiligum skili og samstarvsførleikum at luttaka í støðuga arbeiðinum at menna vitan til føroysku alivinnuna.

Tú kemur at starvast á fiskaheilsudeildini, ið arbeiðir við tænastum til vinnuna og smærri granskingarverkætlanum. Okkara høvuðsuppgáva er at fremja lógarkravdu lúsateljingarnar, men umframt hetta eru táknu- og rognkelsiskanningar eisini ein fastur partur av arbeiðinum.

Arbeiðsøki

•            Lúsateljingar og táknukanningar

•            Rognkelsiskanningar

•            Luttøka í granskingarverkætlanum

•            Annað fyrifallandi arbeiði

Førleikar

•            Lívfrøðiligt skil

•            Tænastusinnað/ur og hug at arbeiða við fólki

•            Sjálvstøðug/ur og dugir at leggja til rættis

•            Áhuga/ur at savna inn dáta og vitan

  • Telduførleikar (Excel)

•            Hevur virðing fyri tagnarskyldu og trygd

•            Góð eygu

•            Koyrikort

Setanarviðurskifti

Talan er um fulltíðarstarv. Roknast kann við fitt av úrtíðararbeiði. Løn og setanartreytir sambært avtalu.

Umsóknir

Umsókn við prógvum, arbeiðsroyndum og øðrum viðkomandi tilfari skal sendast til kirstin@fiskaaling.fo. Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 1. mai 2018. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Kirstin Eliasen, deildarleiðara, á tlf 774703.

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER