Starvsfólk til Dagstovnin í Øksnagerði
TÓRSHAVNAR KOMMUNA

Søkt verður eftir námsfrøðingum, hjálparfólkum, køksfólki og reingerðarfólki.


NÁMSFRØÐINGAR OG HJÁLPARFÓLK
Søkt verður eftir trimum námsfrøðingum til serstovuna Bólið í dagstovninum í Øksnagerði at arbeiða 32-35 tímar um vikuna frá 6. august 2018 ella eftir nærri avtalu.

Um námsfrøðingar ikki verða settir, kunnu hjálparfólk verða sett í tíðaravmarkað starv.

Bólið er ein serstova til barnagarðsbørn, sum hava kontakt og samskiftis trupulleikar.

Arbeiði í Bólinum er væl skipað, og vit nýta t.d. Boardmaker myndir, so dagurin gerst meira týðiligur fyri børnini. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir og vitan innan autismu.

Søkt verður eisini eftir einum námsfrøðingi at arbeiða 30 tímar um vikuna, einum hjálparfólki at arbeiða 30 tímar um vikuna og tveimum hjálparfólkum at arbeiða 26 tímar um vikuna í barnagarðsstovu at byrja 6. august 2018 ella eftir nærri avtalu.

VIT KUNNU BJÓÐA
Eitt áhugavert og týdningarmikið starv í einum dagstovni, har vit leggja stóran dent á at geva børnunum eitt trygt og mennandi umhvørvi at trívast og mennast í. Vit leggja dent á at arbeiða við viðurkennandi námsfrøði, rørslum og góðum relatiónum millum børn, foreldur og starvsfólk.

VIT VÆNTA, AT TÚ:

• 

ert fakliga væl fyri og dugir væl at samstarva og samskifta

hevur hug og evni at menna námsfrøðiliga arbeiðið á stovninum

ert álítandi og megnar at taka ábyrgd og hevur gott yvirlit

ert tolin og nærverandi

vil vera við til at geva børnunum ein tryggan og mennandi gerandisdag

SETANARVIÐURSKIFTI
Størvini verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

KØKSFÓLK OG REINGERÐARFÓLK
Søkt verður eisini eftir einum køksfólki at arbeiða 14 tímar um vikuna og einum reingerðarfólki at arbeiða 15 tímar um vikuna at byrja 1. mai 2018 ella eftir nærri avtalu.

SETANARVIÐURSKIFTI
Størvini verða sett sambært sáttmála millum Havnar Arbeiðskvinnufelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

UMSÓKN
Umsókn saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndir skulu sendast til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi sunnudagin 22. apríl 2018.

NÆRRI FÆST AT VITA
Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Sóleyð Í. Hermansen, stovnsleiðara, telefon 219959 ella Kára Skýlindal, varaleiðara, telefon 278014.

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER